University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingardagur
17.05.2017
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Setursskrivstovan Náttúruvísindadeildin Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin Til lesandi

Granskingardagur

18. mai 2017 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fimta ár á rað, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.


Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kann staðfestast, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.

Á Granskingardegnum verður høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.

Sí skránna her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám