University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingardagur verður á Landssjúkrahúsinum 19. mai
02.02.2016
Náttúruvísindadeildin

Granskingardagur verður á Landssjúkrahúsinum 19. mai

19. mai 2016 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.


Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kunnu vit bert staðfesta, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.

Á Granskingardegnum verður enn eina ferð høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum.

Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.

Neyv skrá kemur seinni.

Les meiri um gransking og granskarar á Landssjúkrahúsinum her.

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga