24.09.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Granskingardepilin tryggjar ein virknan og livandi útjaðara í Norðuratlantshavi

Fyri viku síðan var fundur í Íslandi, har Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari fyri verkætlanina Craft International luttók. Málið við fundinum var at finna ein leist, ið kann tryggja, at verkætlanin Craft International, kann halda fram eftir at verkætlanartíðarskeiðið er runnið.


Tað er ein royndur lutur, at nógvar granskingarverkætlanir enda í skuffuni, tá tær eru lidnar. Talan er um nógv áhugaverd og týdningarmikil dáta um viðurskifti í Føroyum, ið liggur og samlar støv

Tað er tó eitt stórt framstig, at Granskingarráðið hevur tikið táttin upp, at kunna um gransking á teirra dygdargóðu heimasíðu. Har verður lagt upp til, at verkætlanir verða skrásettar og kunnaðar. 

Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum: www.gransking.fo, verður m.a. víst á, at flestu granskingarúrslit eru við til at geva góð amboð og loysnir. Hetta kann vera til at menna og skipa samfelagið betri á øllum økjum, t.d. heilsu-, almanna-, fíggjar-, fiskivinnu-, vinnu-, mentanar- og umhvørvisøkinum. Tað kann eisini vera til at skapa nýggjar vinnuvegir ella optimera verandi vinnur m.a. fyri at betri og bíligari framleiðslu og fáa størri úrtøku úr vinnuliga virkseminum.

Nýtslan av úrslitunum, vil tó altíð vera bundið at, um okkara myndugleikar, stovnar ella politikarar, eru sinnað at brúka hetta í teirra arbeiði.

NPP og kravið um framhald
NPP, Northern Periphery Programme, er eitt ES- granskingarprogram, sum í samstarvari við NORA fíggjar fleiri Norðuratlantiskar verkætlanir.

Granskingardepilin hevur síðani 2007 luttikið í NPP verkætlanum, ið hava fokus á framtíðina, og skulu  virka fyri, at vit fáa ein virknan og livandi útjaðara í Norðuratlantshavinum.

Ein virkin útjaðari merkir ein útjaðari, har fólk trívast og hava eitt inntøkugrundarlag. Tí skulu verkætlaninar fevna um ítøkilig tiltøk, til frama fyri trivnað og vinnumenning.

NPP verkætlanir, ið Granskingardepilin er og hevur verið partur av eru:
1. Economusée – siðbundið handverk í útjaðaranum
2. RRR – handil í útjaðaranum
3. RYE – ung og íverksetan í útjaðaranum og
4. Craft-International – Economusée handverk og ferðavinna

Kravið um framhald, er sum nevnt ein stór avbjóðing fyri Granskingardepilin og fyri Føroyar. Hetta tí vit ikki hava uppløgd støð, ið kunnu húsa slíkum framhaldi. Í okkara grannalondum hava fleiri granskingarstovnar eisini ein praktiskan menningar leiklut, og kunnu tí átaka sær at umsita framhald av eitt nú NPP tilløkum.

Vit kunnu nevna dømir sum Universitetið Bifrost, ið umsitur Icelandic Centre for Retail Studies: www.rsv.is, har hevur RRR verkætlanin sítt framhald. Í Norra er tað Merkur: www.merkur-programmet.no

Eitt annað dømi um møguleika, at hýsa menningartiltøkum er Matís í Íslandi www.matis.is. Her er talan um ein granskingar- og menningarstovn, ið m.a. hjálpir og ráðgevur smáum fyritøkum í útjaðaranum. Saman er galdandi fyri www.advantage-ni.com í Írlandi, ið er ein av samstarvsfeløgunum hjá Granskingardeplinum.

Eitt av kjarnu-granskingarevnunum hjá Granskingardeplinum er, gransking innan samfelagsmenning í smátjóðum, og í teimum avbjóðingum, ið føroyska samfelagið hevur, tá umræður at skapa menning. At skapa menning merkir m.a. eisini at tryggja, at t.d. NPP-verkætlanir fáa eitt skipað framhald.

Fundurin í Íslandi
Á fundinum í Íslandi vóru lunnar lagdir undir, at skipa ein leist, ið skal tryggja, at verkætlaninar Economusée og Craft International, fáa ein gott og trygt grundarlag at halda fram á. Málið er, at hetta verður gjørt í samstarvið við stovnar og tiltøk, sum Ferðaráðið, Norðurlandahúsið, Føroya Kommunufelag, Vinnu og Mentamálaráðið o.o. Hetta arbeiðið er nú farið í gongd.

Sum nevnt, so skulu allar NPP-verkætlanir hava eitt ítøkiligt framhald, tí er sama galdandi fyri verkætlaninar RRR og RYE. Tað er eingin loyna, at slíkt arbeiðið krevur nógva arbeiðs- og fíggjarorku, og tí vóna vit, at Granskingardepilin fær neyðuga undirtøku og umstøður, at fremja hesar uppgávur, til frama fyri, menning, trivnað og størv í útjaðaranum.