University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingarráðið.jpg
Granskingarráðið
16.02.2023
Setrið

Granskingarráðið fingið 35 umsóknir um stuðul

Tá árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking fór í gjár, vóru 35 umsóknir komnar til báðar skipanirnar, og tilsamans verður søkt um góðar 32 milliónir krónur

Lýst varð eftir umsóknum til stuðul til gransking við fyrivarni fyri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Í lógaruppskotinum, sum júst er lagt fram, eru 7,5 milliónir krónur settar av til  granskingarstuðul, og hetta er sama upphædd sum seinastu mongu árini.

Seinastu árini hava 8-10 umsøkjarar fingið játtað stuðul í árliga umfarinum. Av tí at ph.d.-verkætlanir í ár kunnu fáa hægri játtan enn undanfarin ár, er sannlíkt, at tað talið verður tað sama ella lægri í ár.

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 milliónir krónur eru tøkar til stuðul í 2023.

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her


Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Eftir tað fer faknevndin fyri stuðli til gransking at viðgera og taka støðu til umsókninar.

Granskingarráðið sigur, at umsøkjarar kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Almenn samkoma fyri Jóan Paula Joensen

    Jóan Pauli Joensen 80 ár

  2. Heini Í Skorini Fróðskaparsetur Føroya

    65 granskarar á arktiskari verkstovu á Setrinum

  3. Náttúrumynd V Hvalba Brynhild Thomsen

    Almennur fyrilestur: Burðardygd í ferðavinnuni