University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingarráðið stuðlar kanning av barnsburðartunglyndi millum føroyskar kvinnur
12.06.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Granskingarráðið stuðlar kanning av barnsburðartunglyndi millum føroyskar kvinnur

Anna Sofía Fjallheim hevur fingið játtað kr. 217.431,- til eina verkætlan, sum skal eftirkanna screenings-amboðið (EPDS), ið kann áseta barnsburðartunglyndi millum kvinnur, ið eiga børn í Føroyum.


Anna Sofía Fjallheim er kandidatur í sjúkrarøktarfrøði (cand. cur.) frá Århus Universitet og starvast til dagligt á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

Verkætlanin
EPDS (Edinburgh Postnatal Depression Scale) er eitt screenings-amboð, sum verður brúkt til áseting av barnsburðartunglyndi hjá kvinnum eftir føðing. EPDS er nógv brúkt og eftirkannað í øðrum londum, men ongantíð eftirkannað í einum so lítlum samfelagið sum Føroyar, ið hevur onnur eyðkenni enn stórsamfeløg. Endamálið við hesi verkætlan er tí at eftirkanna screeningsamboðið í Føroyum við denti á, hvat “cut point” skal vera. Cut point er tað talið, ið skilur kvinnur, ið sannlíkt hava barnsburðartunglyndi frá teimum, sum ikki hava tað. Eitt neyvt og rætt cut point er neyðugt, um screeningsamboðið skal kunna áseta kvinnur við barnsburðartunglyndi.

Ein svensk kanning fra 2011 gevur ábendingar um at barnsburðartunglyndi kann vera ávirkað variatiónum í árstíðunum. Onga aðra staðni eru kanningar gjørdar, ið kunnu vátta ella avsanna hetta. Av tí at populatiónin í hesi verkætlan fevnir um eitt heilt ár, verður møguligt at kanna, um árstíðarvariatiónir eru í títtleikanum av barnseftirburðartunglyndi í Føroyum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025