01.06.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Granskingarsamstarv um mál og mentan

Í døgunum 23. til 24. mai luttóku Malan Marnersdóttir og Bergur Djurhuus Hansen á ráðstevnu í Íslandi. Yvirskipaða endamálið við samstarvinum er at kanna, hvussu mál og mentanir møtast og hava møtst í Útnorðri.


Granskarar á Føroyamálsdeildini luttaka í altjóða samstarvi um markamót millum mál og mentanir undir stovni Vígdisar Finnabogadóttur í Reykjavík.

Í døgunum 23. til 24. mai luttóku Malan Marnersdóttir og Bergur Djurhuus Hansen á ráðstevnu við heitinum “Language and Culture Contact in the West-Nordic Region”. Ráðstevnan var hildin í Reykholti sum partur av einum umfatandi samstarvi millum mál- og bókmentagranskarar í Norðurlondum. 

Samstarvið er skipað undir stovni Vígdisar Finnbogadóttur í Reykjavík (Stofnun Vigdísar Finnbogadóttur í erlendum tungumálum). Yvirskipaða endamálið við samstarvinum er at kanna, hvussu mál og mentanir møtast og hava møtst í Útnorðri. Bergur Djurhuus Hansen helt fyrilestur við heitinum “The Influence of German Philosophy in Faroese Literature”. Malan Marnersdóttir nevndi sín fyrilestur “Carl Jóhan Jensen and Schopenhauer in the Novel Eg síggi teg betur í myrkri”. Umframt Maluna og Berg er Zakaris Svabo Hansen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, limur í samstarvinum. Eftir ætlan verða fundir og ráðstevnur aftur til heystar, og harumframt er ætlanin at skipa fyri vísindaligum bókaútgávum, almennum fyrilestrarøðum, framsýningum og øðrum.