University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingarstuðul til makrelverkætlan
05.06.2012
Náttúruvísindadeildin

Granskingarstuðul til makrelverkætlan

Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið játtað granskingarstuðul frá Granskingarráðnum. Fæið er kærkomið og NVD er takksamt fyri stuðulin.


Granskingarstuðul
Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparseturi Føroya hevur fingið játtað 600.000 Dkr í granskingarstuðuli til makrel- verkætlan frá Granskingarráðnum. Krónurnar eru kærkomnar og NVD er takksamt fyri stuðulin.

Stór verkætlan

Trý-ára langa verkætlanin við heitinum: ”Stock structure of the Atlantic Mackerel (Scomber scombrus L.). An ecological time scale approach to solve stock(s) management” kostar góðar 6 milliónir Dkr. Luttakararnir í verkætlanini eru úr Íslandi, Føroyum, Noregi, Canada og Írlandi. Granskingarstovnar, fróðskaparsetur og fiskivinna eru umboðað.

Náttúruvísindi og politikkur
Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at finna út av stovnauppbýtinum av makreli í Norður-Atlantshavinum eins og veita fakliga grundaða ráðgeving um, hvussu hetta marina tilfeingið kann umsitast burðardygt. Eisini verður miðað ímóti at loysa stóra politiska trætumálið um býti og gagnnýtslu av makrelinum í Norður-Atlantshavinum skynsamt. Harafturat er ætlanin at nýta vunnu vitanina til at spáa um, hvussu makrelurin fer at ferðast í næstu framtíð orsakað av mannaelvdum og náttúrligum veðurbroytingum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast