University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingarstuðul til Søgu- og Samfelagsdeildina
01.06.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Granskingarstuðul til Søgu- og Samfelagsdeildina

Til granskingarætlan um søguligu transformasjónina frá ár 1800 til ár 1900, hevur Søgu- og Samfelagsdeildin fingið tillutað 900.000 krónur frá Granskingarráðnum.


Talan er um eina verkætlan, hvørs endamál er at gera eina heildarlýsing av teimum sosialu kraftum, sum grundleggjandi broytti Føroyar frá bónda- til fiskivinnusamfelag, frá tradisjón til modernitet.

Støði verður tikið í 4 evnum (tema). Fyrsta tema er eitt idé-søguligt tema, tvs. tær ávirkanir sum koma frá upplýsingartíðini og nýggjum sosialum rørslum. Næsta tema er tað sosio-politiska, tvs. broytingar í sosialum og politiskum skipanum og stovnum. Triðja tema viðgerð økonomiskar broytingar. Fjórða tema handlar um tey, sum fella uttanfyri normalsamfelagið, tey fátøku og á annan hátt marginaliseraðu.

Tað nýskapandi við hesi verkætlan er ikki bara tann nýggja vitan um samfelagsmenningina hon gevur, men ikki minst royndin at gera eina heildarlýsing av samfelagsmenningini. Nýskapandi er eisini, at talan er um tvørvísindaliga verkætlan, ið sameinir m.a. fakini søga, sosiologi og geografi. Fyri verkætlanini standa Gestur Hovgaard, lektari (projektleiðari), Hans Andrias Sølvará, lektari, Rolf Guttesen, adjungeraður lektari og Erling Isholm, adjunktur.

Hevur tú áhuga at hoyra meiri um hesa verkætlanina,ert tú vælkomin at kontakta Gestur Hovgaard (gesturh(at)setur.fo) ella Hans Andrias Sølvará (has(at)setur.fo).

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast