22.01.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Granskingarstuðul til trygd, verju og uttanríkisviðurskifti

Nú ber til at søkja um stuðul til gransking í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum

Fólkatingið hevur játtað fígging til eina granskingarskrá í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum í tíðarskeiðnum 2023-2026.

Granskingarráðið fyrisitur skránna, og tey lýsa nú eftir teimum fyrstu umsóknunum til skránna FASDiNA, sum er stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.

Tøka játtanin í fyrsta stuðulsumfarinum er 6,9 milliónir krónur. Ætlanin er at stuðla tveimum granskingarverkætlanum og trimum ella fýra styttri ritum – Policy Papers.

Endamálið við skránni  

Yvirskipaða endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.

Harafturat vil skráin stuðla førleikamenning í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Føroyum og Grønlandi við ph.d.- og postdoc-verkætlanum.

Fyri at styrkja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark er ætlanin at stuðla arbeiðinum við nøkrum Policy Papers. Hesi eru hugsað at skula verða grundarlag undir kjaki og samrøðum og víðari gransking í samlaðu granskingarskránni.

Karmarnir

Bráðnandi ísurin í Arktis av veðurlagsbroytingum hevur latið upp fyri nýggjum flutningsfarleiðum. Hetta hevur við sær størri altjóða áhuga í Norðuratlantsøkinum og Arktis, og hetta hevur reist nýggjar uttanríkis- og trygdarpolitiskar spurningar í økinum.

Økt trýst er á Føroyar og Grønland frá stórveldum, sum royna at ávirka londini handilsliga og politiskt. Uttanhýsis trýstið kann ávirka bæði innlendis og útlendis dynamikkin, sum formar sambondini millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Yvirskipaðu broytingarnar í altjóða geopolitisku støðuni ávirka beinleiðis arktiska økið. Hetta hevur skapt ein átrokandi tørv á at fáa dátur til vega og at byggja upp førleikar í at handfara nýggja trygdarveruleikan í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Við ymsu landafrøðiligu støðunum, søguligu royndunum, altjóða samstørvunum, valdsdynamikkinum og mótstríðandi áhugamálunum á summum økjum er gransking avgerandi fyri avkláring og samanhang.

Vit sóknast eftir umsóknum á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur, fyrst og fremst, tó ikki avmarkað til, evni so sum samfelagsligar broytingar, handil, sivil og hernaðarlig trygd, talgildur og fysiskur infrastrukturur, veitingartrygd, náttúrutilfeingi, lágspenningspolitikkur og mótstríðandi áhugamál.

Væntað nytta og úrslit

Vit vænta, at stuðlaðar verkætlanir eru við til at økja um vísindaførleikarnar á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur í Føroyum, Grønland og Danmark. Hetta við førleikamenning, styrktum netverkum, dátuinnsavning og handfaring, deiling av vitan og infrakervi og við vísindaligari góðsku.

Lýsingin eftir umsóknum við vegleiðing og neyvari treytum er at finna her. Umsóknir skulu sendast inn gjøgnum umsóknarportalin

Umsóknarfreistin fyri Policy Papers er 15. mars 2024 kl. 12:00 føroyska tíð.

Umsóknarfreistin fyri granskingarverkætlanir er 2. mai 2024 kl. 12:00 føroyska tíð.

Kunningarfundur

Ein stuttur netfundur verður hildin fríggjadagin 2. februar kl. 13 føroyska tíð, har skráin og krøvini til umsóknir verða løgd fram. Møguleiki verður fyri spurningum og svarum. Martin Breum leiðir fundin.

Tilmelding til netfundin, sum verður hildin á Zoom, er kravd. Melda til her

Eftir tilmelding fært tú eina váttan við telduposti við kunning um luttøku á fundinum.

Samband

Granskingarráðið
Tel. +298 567800
gransking@gransking.fo