
Granskingarverkætlan í Vágs skúla um rørslu
Vágs skúli hevur fingið játtan til eina verkætlan, Ver virkin, sum byggir á granskingargrundaða rørsluátakið, FIT FIRST, ið eisini er partur av ph.d.-verkætlan hjá Helga Winther Olsen á Fróðskaparsetrinum
Í sambandi við verkætlanina fara lærarar í Vágs skúla at útbúgva seg í undirvísingarháttinum FIT FIRST, sum granskarar hava ment til rørsluløtur í skúlahøpi.
Tað eru granskarar frá Syddansk Universiteti, ið hava ment hetta saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark.
Allir næmingar í Vágs skúla fara at luttaka í rørsluløtunum, sum verða skipaðar í skúlatíð av ítróttalærarum, soleiðis at flokstrinini hvør í sær hava 3 x 40 minuttir um vikuna. Hetta fer fram í 10 vikur á vári 2023 og aftur í 10 vikur á heysti 2023.
Granskarar frá Setrinum fylgja verkætlanini og kanna, hvønn týdning rørsluátakið hevur fyri rørsluførið og heilsustøðuna hjá næmingunum.
Helgi Winther Olsen er ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og hann fer at standa fyri og skriva ph.d-ritgerð um ætlanina og úrslitini.
-
28.03.2023 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiFramløga: Gengransking til persónslagað medisin30. mars kl. 14 fer Kaja Wasik frá Variant Bio at hava framl...
-
28.03.2023 Setrið NáttúruvísindadeildinFyrilestur um jarðfrøðiligar uppmátingarStaðsetingardepilin hevur almennan fyrilestur undir heitinum...
-
27.03.2023 Setrið Námsvísindadeildin Til lesandiTiltak 29. mars: Námsfrøðingur í dag og í framtíðiniMikukvøldið 29. mars kl. 19.00 verður skipað fyri almennum t...