Martin Mohr Olsen
31.05.2017
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Green Growth Dialogue 2017 - um mattryggleika, matfullveldi og sjálvbjargni

20. og 22. juni fer Fróðskaparsetur Føroya aftur at skipa fyri tiltakinum Green Growth Dialogue - ein samskiftisráðstevna við framløgum, bólkakjaki, undirvísing og útferðum - í Sandoynni. Ráðstevnan er ókeypis fyri lesandi á Setrinum, sum melda seg til skeiðið fyri master og ph.d.-lesandi, ið verður frammanundan, tvs. 18-20. juli.


Hvat er Green Growth Dialogue?

Green Growth Dialogue er skipað sum ein praktisk samskiftis-ráðstevna, ið bjóðar luttakarum at gerast partur av kjakinum umvegis framløgur, bólkakjak, undirvísing og útferðir. Henda skipanin byggir á tvey ár við sera væleydnaðum royndum, sum vísa, at hátturin gevur luttakarum tíð og pláss bæði at samskifta um evnið og at netverka.

Sí annars meira um Green Growth Dialogue og undanfarnu ráðstevnurnar á heimasíðuni: www.greengrowthdialogue.com (GG! Ráðstevnan er á enskum). 

Hvat fer ráðstevnan at snúgva seg um í ár?

Green Growth Dialogue fer í ár at viðgera mattryggleika, matfullveldi og sjálvbjargni í útnorðri og Arktis - við Føroyum sum stakdømi. Serliga fer ráðstevnan at varpa ljós á alternativa og burðardygga grønmetisframleiðslu. Tað er framleiðsla, sum fer fram alt árið, er innandura, og við loysnum so sum aquaponics og hydroponics.

Miðað verður eftir, at luttakarar finna fram til eina praktiska loysn uppá, hvussu Føroyar kunnu minka um innflutning av grønmeti (og árin av innflutningi) og seta gongd á lokala framleiðslu av nógvum av tí, vit annars innflyta.

Skráin er at finna her: www.greengrowthdialogue.com/programme

Hvørjar framløgur verða á ráðstevnuni?

Á ráðstevnuni verða umleið 10 altjóða serfrøðingar innan hydroponics, aquaponics, vakstrarhús, nýggjar og burðardyggar hættir at gagnnýta skarn sum tøð og burðardyggar hættir at hita og lýsa upp vakstrarhús.

Serfrøðingarnir koma úr Kanada, Íslandi, Grønlandi, Onglandi, Hollandi, Noreg og Danmark.

Sí luttakandi framløguhaldarar her: www.greengrowthdialogue.com/inspirators.

Hvat hendir umframt ráðstevnuna?

Ráðstevnan er býtt í tveir partar: Fyrst tveir dagar við einum intensivum skeiði frá 18. til 20. juni, einans fyri master- og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, har serfrøðingur undirvísir.

Síðani eru tveir dagar á Sandoynni frá 20. til 22. juni, har sjálv ráðstevnan verður, við framløgum, bólkakjaki og útferðum.

Les meira um skeiði her: www.greengrowthdialogue.com/students

Hvat kostar tað at luttaka?

 

Kostnaður er at finna á hesi síðuni: www.greengrowthdialogue.com/signup/  

Gev gætur! Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ið skráseta seg á skeiðið 18. til 20. juli fyri master- og ph.d.-lesandi, luttaka ókeypis.

Hvussu meldar ein seg til?

Um hetta hevur áhuga, seta lesandi seg í samband við sín útbúgvingarleiðara um møguleikarnar.

Skráseting er at finna her: www.greengrowthdialogue.com/signup.