27.11.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Grein - ”Det postkoloniale medieforbrug”

Malan Marnersdóttir hevur skrivað grein í bók, sum er útkomin í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðani grønlendska kringvarpið var stovnað.


Greinin eitur ”Det postkoloniale medieforbrug” og stendur í bókini, sum á grønlendskum eitur KNR ukiuni 50-ini - Kiffartuussiuartoq. Bókin er tvímælt og danski bókatittullin er  KNR 50 år - Altid til tjeneste.

 

Ritstjóri er Anja Lindelof, sum er ph.d. í tónleiki og starvast hjá KNR í sambandi við hátíðarhaldið. Forlagið Atuagkat í Nuuk hevur givið bókina út.

 

Umframt Maluna hava m.o. Dorthe Korneliussen, sum er rektari á Læraraskúlanum í Nuuk, Jakob Janussen, sum var formaður í sjálvstýriskommissiónini og Carl Christian Olsen, Pujoo sum er stjóri á grønlendska málstovuni skrivað greinar í bókini.

 

Við loyvi frá ritstjóranum:
KNR ukiuni 50-ini – Kiffartuussiuartoq. KNR 50 år – Altid til tjeneste.
Ritstjóri Anja Lindelof. Forlaget Atuagkat, Nuuk 2008. ISBN 978-87-90133-89-4