07.05.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Grein um arbeiði, kyn og flytføri í Føroyum

Erika Anne Hayfield, lektari í sosialvísindum, hevur givið út grein í tíðarritinum Gender, Place and Culture. Greinin kallast “Family-centred work motility in a small island society: the case of the Faroe Islands”.


Greinin greinar sambandið millum arbeiði, kyn og flytføri í Føroyum. Søguliga hava menn ferðast langt fyri at forvinna sær inntøku, og hetta hevur merkt arbeiðsbýtið millum menn og kvinnur í Føroyum. Arbeiðsmarknaðurin er framvegis uppbýttur í dag. Væntanin, at kvinnur hava høvuðsábyrgd av umsorgan fyri familjuni, hevur grundleggjandi ávirkan á kvinnur og flytføri. Greinin viðger, hvussu kvinnur finna hættir at vera virknar á arbeiðsmarknaðinum og samstundis virknar heima. 

Samandráttur á enskum:
Coping with distance is a key feature in the making of remote societies in the North Atlantic such as the Faroe Islands. Historically, Faroese men have travelled far, working at sea and in other countries and been absent for long periods of time. Although a much smaller proportion of Faroese men today work far from home, I argue that even today women’s mobilities are heavily influenced by such long-standing gender arrangements. I will use the concept of mobility potential to explore how cultural expectations of gender and work mobility intersect with family values. Mobility potential involves looking beyond actual mobilities to explore contexts and personal circumstances that enable or motivate mobility practices. Mobility potential can be analysed through two spheres of mobility potential: societal and individual mobility potential. Societal mobility potential analyses not just geographical displacement but also history, structures (e.g. family policies and labour market regulations) as well as material and geographical infrastructures that make mobility possible. On a micro level, I analyse individual mobility potential, referred to as motility, as one approach to connect issues of family, gender and work. This article is based on group interviews with women conducted in three locations in the Faroe Islands. The analysis is structured around two main, but interlinked themes; (1) family-centred motilities and (2) mothers’ and children’s interconnected motilities.

Greinin kann lesast HER (krevur hald)