02.01.2023
Setrið
Skriva út

Grein um avleiðingar av haturstalu og ærumeiðing

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni er útgivin í tíðarritinum Sofia Philosophical Review 

Greinin, sum eitur “The Individual Consequences of Hate Speech – A Comparison of Defamation and Hate Speech/Group Libel”, samanber persónligu avleiðingarnar av haturstalu við persónligu avleiðingarnar av ærumeiðing og vísir á, at høvuðsargumentini fyri at hava lógir ímóti ærumeiðing eisini gera seg galdandi, tá ið ræður um haturstalu.

Tað er fyrst av øllum persónligur skaði, sum lógir ímóti ærumeiðing verja fyri, og í greinini verður grundgivið fyri, at haturstala eisini elvir til persónligan skaða fyri teir einstaklingar, ið hoyra til minnilutabólkar, sum eru fyri haturstalu.

Niðurstøðan er sostatt, at um ein grundgevur fyri lógum ímóti ærumeiðing, so eigur ein eisini at grundgeva fyri lógum ímóti haturstalu.

Greinin kann lesast frítt her

Greinin er úrslit av ph.d.-verkætlan hjá Sigri M. Gaïni, sum er stuðlað av Granskingarráðnum