11.04.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

Grein um føroysku familjuna í amerikonskum riti

Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur eina grein í nýggjastu útgávuni av Anthropology News, sum American Anthropological Association gevur út.


Greinin er partur av temanummari fyri apríl 2012, um familjuskipanir í nútíðarsamfelagnum.  Greinin ber heitið:

"Child Centric Families and the Vulnerability of Small-Scale Island Communities".

Greinin, ið greinar føroysku familjuna í mun til viðurkend antropologisk ástøði um familju, leggur upp til at beina børnini í brennidepilin tá ið familjulív og familjuvirði verða vísindaliga kannað. Eisini verður sambandið millum fráflyting og familjumynstur lýst."