University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Grein um karnitinvirðir hjá CTD sjúklingum
27.02.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin

Grein um karnitinvirðir hjá CTD sjúklingum

Setrið er við í vísindaligum samstarvi við Landssjúkrahúsið, Ríkissjúkrahúsið og Bispebjerg Hospital um CTD.


Nýggj grein um CTD er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum JIMD Reports. Greinin hevur heitið: ”Carnitine Levels in Skeletal Muscle, Blood, and Urine in Patients with Primary Carnitine Deficiency During Intermission of l-Carnitine Supplementation”.

Jan Rasmussen, lækni á Medisinsku Deild á Landssjúkrahúsinum, hevur staðið á odda fyri granskingarverkætlanini, sum m.a. er framd í samstarvi við Magna Mohr, lektara á Fróðskaparsetri Føroya.

Í greinini verður greitt frá, hvussu karnitinvirðini falla í vødda, blóði og landi hjá sjúklingum við ringa slagnum av CTD (N32S/N32S), tá teirra dagliga karnitin ískoyti verður steðgað. Kanningin vísti, at fría karnitinið í blóði fellur niður í helvt longu 5-9 tímar aftaná seinastu inntøku av karnitintablettum. Tískil er umráðandi hjá sjúklingunum at taka karnitin regluliga í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin. Eisini varð staðfest, at innihaldið av karnitini í vøddunum er sera lítið hjá sjúklingunum, hóast teir taka stórar mongdir av karnitini dagliga. Hetta merkir, at eingin goymsla verður uppbygd hjá sjúklingunum at nýta, tá inntøkan av karnitini minkar.
Kanningin varð framd á Landssjúkrahúsinum, og vóru 5 sjúklingar innlagdir í 5 dagar. Onnur úrslit frá kanningunum fara at verða almannakunngjørd í komandi greinum.

Samandráttur av greinin sæst her


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025