University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Grein um  trygd á sjónum í altjóða vísindatíðarriti
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
07.04.2010
Náttúruvísindadeildin

Grein um trygd á sjónum í altjóða vísindatíðarriti

Grein um alduvánir og trygd hjá minni førum á sjónum er í seinastu útgávuni av vísindatíðarritinum Marine Structures. Tveir av rithøvundunum starvast á Náttúruvísindadeildini.


Í nøkur ár hava veðurstovnar brúkt alduvánamodellir til at boða frá um aldu hædd, rætning og perioduna av aldu, sum er beinleiðis orsakað av vindi og av tungari aldu uttan av havi. Seinastu árini hevur ein vaksandi áhugi verið fyri at menna modellir, sum kunnu veita neyvari vánir og boða frá vandasjógvi, sum ikki kann lýsast við siðbundnu parametrunum eina. Í greinini er ein gjøgnumgongd av parametrum og ávaringar vísitølum,  sum hava verið í uppskoti og kannaði seinastu árini, við serligum atliti til at menna eina tænastu fyri minni skip og bátar.

Tað eru Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen á Náttúruvísindadeildini, sum saman við Anne Karin Magnusson á Norsk Meterologisk Institut, sum hava skrivað greinina. Í greinini eru heilar 155 tilvísingar til vísindagreinar, tøknifrágreiðingar og bøkur, umframt at samskifti hevur verið við starvsfelagaðar á Norsk Teknisk Universitet, ráðgevingarfeløgunum Safetec Nordic og Det Norske Veritas og á veðurstovnunum ECMWF í Onglandi og franska Meteo-France.

Arbeiðið við hesari greinini byrjaði sum partur av  PhD-arbeiðinum hjá Bárður A.  Niclasen á Náttúruvísindadeildini, ið varð fíggjað av Statoil-bólkinum, og varð gjørt liðugt í einari verkætlan, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndir undir Fiskimálaráðinum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin