University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Greinasavn um ST og Mannarættindi
03.11.2009
Søgu- og samfelagsdeildin

Greinasavn um ST og Mannarættindi

Hvørjir altjóða sáttmálar eru galdandi í Føroyum og hvønn týdning hava teir fyri føroyingar? Hvat stendur í slíkum sáttmálum og hvussu kunnu teir brúkast? Hetta og annað fæst svar uppá í nýggjari útgávu frá Fróðskapi.


Bókin Greinasavn um Sameindu Tjóðir og Mannarættindi, ritstjórnað av Amnesty International Føroya deild, er útkomin á forlagnum Fróðskapi.

Bókin viðger mannarættindi úr mentanarligum, sosialum, búskaparligum, politiskum og løgfrøðiligum sjónarhornum. Bókin er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, og kann hon tí verða eitt týdningarmikið íkast til føroyska kjakið um mannarættindi framyvir. Greinirnar eru skrivaðar av føroyskum serfrøðingum, ið hava fakligar og praktiskar royndir í altjóða mannarættindaspurningum. Heldur enn at týða útlendska bókaútgávu, hevur Amnesty International Føroya deild valt at skapa eitt sjálvstøðugt verk, ið hóskar til føroyskar lesarar og føroysk samfelagsviðurskifti anno 2009.

Átta partar eru í bókini, og teir taka lesaran á ferð ígjøgnum ST-stovnin og útvaldar mannarættindasáttmálar.

Bókin er serliga ætlað teimum, ið eru á hægsta stigi í miðnámsskúlum og á byrjanarstigi á hægri lærustovnum. Eisini er bókin væl hóskandi sum støðislesnaður hjá miðlafólki og starvsfólki í umsitingini, ið starvast við mannarættindum.

Greinasavnið er harumframt kærkomið hjá øllum, ið vilja ogna sær størri og neyvari innlit um altjóða mannarættindaviðurskifti.

Bókin Greinasavn um Sameindu Tjóðir og Mannarættindi telur 159 síður og kostar kr. 198 í bókabúðunum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum