Øystein Patursson
01.09.2006
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gróður ávirkar kreftirnar, ið virka á eitt net í streymi

Tari, kræklingur og annar gróður, ið festist á eitt net í sjónum, gera, at kreftirnar, sum virka á netið í ráki og aldu verða størri enn tá ið netið er reint. Hesin gróður og netið sjálvt forða rákinum; tess minni rák sleppur ígjøgnum netið, tess størri gerast kreftirnar, sum virka á net og gróður.


Mátingar av hesum fyribrigdi eru gjørdar við University of New Hampshire í sambandi við teirra Open Ocean Aquaculture Program (www.ooa.unh.edu). Netastykkir (1m x 1m) í eini rammu vórðu drigin gjøgnum sjógvin við javnari ferð, meðan kraftin til at draga tey gjøgnum sjógvin varð mátað. Bæði rein net og net, sum høvdu staðið í sjónum á 15 m dýpi í 6 mánaðir, vórðu brúkt.

 

Kanningarnar vístu, at kraftin á net við gróðri var upp til 240% størri enn kraftin á rein net. Hetta er eitt høvuðsúrslit í eini nýggjari vísindagrein í altjóða vísindatíðarritinum Aquacultural Engineering. Millum høvundarnar er Øystein Patursson, PhD lesandi á NVD

 

Gróður á nótir hevur týdning fyri aliútgerð

Alinótir eru ein ógvuliga týðandi partur av útgerðini, sum nýtt verður til aling. Vanliga hongur alinótin undir einari konstruksjón, sum flýtur, og tá er tann vansin, at nótin broytir skap, tá ið streymur rakar hana. Harvið minkar rúmdin í nótini.

 

Skapbroytingin er tengd at kraftini, sum virkar á nótina í streymi, og hendan er sum nevnt omanfyri tengd at gróðrinum á nótini. Tí er tað sera umráðandi at hava reinar nótir í alibrúkum. Hetta er serliga galdandi á økjum, har hart rák er, men eisini á økjum við minni ráki er tað umráðandi við reinum nótum, tí at útskiftingin av sjógvi inni í nótini er væl minni við gróðuri á nótini.