12.01.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Grundskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya

Nú nærkast tilmeldingarfreistin til væl umtókta Grundskeiðið í lóg, sum aftur verður á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum.

 

Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti.

 

Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00.

 

Skeiðið byrjar mánadagin 9. februar 2009 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin 27. mai 2009.

 

Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting.

 

Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út, og tilsamans sjey flokkar hava lokið prógv. Sera stórur áhugi hevur verið fyri skeiðnum.

 

Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi LL.M., lektari í løgfrøði.

 

Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróðskaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 8.000 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald.

 

Umsókarblað fæst her, ella við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580.

 

Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 26. januar 2009.

 

 

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00

J. C. Svabos gøta 14

Postrúm 272

110 Tórshavn

www.setur.fo