Skriva út

Guðrið lesur á Setrinum – í Nuuk!

Guðrið Krúnufjall lesur West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Hesa lestrarhálvuna er hon í Nuuk, har hon stórtrívist. Ætlar tú tær eisini at lesa West Nordic Studies, so er umsóknarfreistin 9. mai


Tað er eitt krav, at tey, ið lesa West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management (WNS) skulu til eitt av samstarvsuniversitetunum í aðru lestrarhálvu. Guðrið Krúnufjall lesur WNS, og síðani ársskiftið hevur hon verið í Nuuk.

Klaksvíksgentan er ikki kend fyri at vera sum hini ella at leggja seg eftir at vera, sum onnur halda, at hon eigur at vera. Heldur er hon ein menniskjanslig íholdan av kettuni í kenda grukk-ørindinum hjá Piet Hein, ið sum kunnugt endar við regluni ‘jeg er sgu min egen’.

Grønland dró
Tá ið vit spyrja hví hon søkti um at lesa WNS svarar hon:

– Tað var tí at tað var ein kjansur at sleppa at uppliva Grønland, - ‘chance of a life time’!, sigur Guðrið flennandi og leggur aftrat:

– Tað er lagaligt og lutfalsliga bíligt at koma til hini Norðurlondini, men við Grønlandi er øðrvísi. Tí ivaðist eg ikki í, at tað skuldi vera Ilisimatusarfik, tá ið vit skuldu velja universitet fyri hesa lestrarhálvuna.

Guðrið fekk prógv sum bachelor í samfelagsvísindum á Setrinum í 2009, og seinni fór hon at lesa á Syddansk Universitet í Odense. Hon hevur prógv í fornaldarfrøði (síðufak) og vantar bert at gera høvuðsritgerðina burturav sær í høvuðsfakinum, sum er stjórnmálafrøði.

Fakliga mennandi at sleppa út um skúlagátt
– Á universitetinum í Odense snýr tað seg sum vera man mest um donsk viðurskifti, so eg kendi á mær, at mær vantaði tað føroyska sjónarhornið. Tá ið man hugsar um, hvussu nógv samband vit hava við hini Norðurlondini, so helt eg, at WNS var tað rætta fyri meg, sigur WNS-studenturin.

Hon varð ikki vónbrotin, tí hon heldur, at lesturin er væl skipaður, at støðið er høgt, og at tað verður kravt nógv, ikki minst orsaka av gongdini í Arktis.

– Og so hevur hetta, at vit skulu út at vitja stovnar og fyritøkur, verið sera spennandi og mennandi. Tað er avbjóðandi og mennandi fyri bókalærdómin at hoyra, hvussu tey, ið taka avgerðir hugsa, greiðir Guðrið frá og nevnir, at tey hava vitjað SEV fyri at kunna seg um grønu strategiina hjá stovninum.

Eg læri eina rúgvu
Guðrið sigur, at fakliga støðið á Ilisimatusarfik hevur somuleiðis verið sera høgt, ikki minst tí at universitetið leggur stóran dent á at brúka framstandandi gestalærarar. Og tað er ikki einans á skúlabeinki, at hon lærir:

– Nuuk er ein persónlig uppliving, men tú kanst ikki yvirmeta, hvussu nógv, tú lærir – sum er fakliga viðkomandi – av at koma til eitt samfelag. Men tað krevur, at man leggur seg eftir tí. Tað geri eg, bæði við at hava samband við nógv her í býnum og við at ferðast, og eg læri nakað nýtt hvønn dag. Grønland er ein partur av Útnorðri, og í mangar mátar kenni eg meg aftur í samfelagnum, og so er tað kortini so nógv, ið er heilt øðrvísi.

Guðrið dámar so væl í Nuuk, at hon hevur søkt um at fáa loyvi til at vera eina lestrarhálvu afturat í grønlendska høvuðsbýnum, og tað hevur hon fingið játtað.

– Eg havi rættiliga funnið meg til rættis, havi fingið kamar í einari góðari íbúð, har vit eru fimm útlendingar, eg kenni nógv fólk, og eg læri eina rúgvu, bæði á universitetinum, men eisini av framíhjáarbeiðnum sum málsviðgeri, sigur WNS-studenturin, sum gjørdist Nuuk-fjeppari, hóast hon varð móttikin av 31 kuldastigum, tá ið hon kom út úr flogfarinum á flogvøllinum í Nuuk í januar-mánaði.

Tað verður tørvur á okkara førleikum
Gongur alt sum ætlað, so verður Guðrið Krúnufjall master í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management á sumri 2017.

– Eg dugi væl at síggja, hvussu nógv hendir í Norðurhøvum í hesum døgum, og tí vænti eg eisini, at tað verður eftirspurningur eftir fólki við teimum førleikum, sum WNS-lesturin gevur okkum, sigur Guðrið, ið vónar at fáa eitt fyrisitingarstarv á stovni ella í fyritøku í Føroyum ella einum av hinum londunum í Útnorði.   

Samrøðan er at enda, mamman er komin alla ta longu leið til Nuuk at vitja.

– Ja, nú er kaffimikk á skránni, og í morgin fara vit báðar til Ilulissat!

Ikki ov seint hjá tær at søkja
Freistin at søkja um upptøku á West Nordic Studies, Governance and Sustainable Governance komandi lestrarár er nú mánadagin, t.e. 9. mai. Ætlar tú tær at søkja, so finnur tú umsóknarblað og vegleiðing her.