University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gunnvør á Norði vart PhD-ritgerðina
Náttúruvísindeildin, Knud Simonsen
11.03.2011
Náttúruvísindadeildin

Gunnvør á Norði vart PhD-ritgerðina

Seinnapartin 11. mars vardi Gunnvør á Norði ritgerð sína “Impact of organic enrichment on the sediment biogeochemistry and overlying water quality in relation to fish farms in Faroese fjords” og kann nú seta PhD-heitið aftanfyri navnið hjá sær.


Ritgerðin hjá Gunnvør á Norði byggir á mátingar, sum hon hevur gjørt á Kalbaksfirði í góðum samstarvi við starvsfólkum hjá alifelaginum p/f Týggjará. Gunnvør hevur havt starvsstað á Havstovuni, og hevur verið innskrivað sum lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.



Verjan var í hølunum á Vinnuháskúlanum. Fyrst legði Gunnvør fram ein samandrátt av 100 síðu longu ritgerðina, og aftaná svaraði hon uppá spurningar frá anmælingunum. Verjan gekk væl, og dómsnevndin ivast ikki í, at arbeiðið hjá Gunnvør á Norði væl og  virðliga var nøktandi til PhD heitið. Í dómsnevndini sótu Dr. Marianne Holmer, biogeokemikari,  Instituttleiðari á Syddansk Universitet, Dr. Kenny D. Black, leiðari á Økologi deildini á The Schottish Association for Marine Sciences og Dr. Høgni Debes, lívfrøðingur á Havstovuni og atknýttur lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara