Hóraldur Joensen, Náttúruvísindadeildin
18.11.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gyltir vinnumøguleikar í fiskaskræðu

P/f Seanergy hevði gestamóttøku hósdagin tann 13.11.2008 á Faroe Marine Biotech á Eiði í samband við at fiska-collagen-verksmiðjan var liðugt uppsett, royndarkoyrd og framleiðsluklár.


Í samband við at fiska-collagen-verksmiðjan hjá P/f Seanergy varð tikin í nýtslu var gestamóttøka hósdagin tann 13.11.2008 á Faroe Marine Biotech á Eiði. Fleiri av teimum møttu umboðaðu ymsar partar av føroyska samfelagnum, eitt nú ta politisku skipanina, landsstýrið, fiskivinnuna, fiskimannafelagið, bankakervið, fíggingargrunnar og vinnugranskingarkjarnarnar.  Harafturat luttøku fólk úr Spanialandi. Trý umboð fyri Junca Gelatines SLU ljómaðu við síni hjáveru og áhugaverdu frásagnum. Fjølmiðlarnar vóru eisini til staðar. Seinni var rundsýning og tøknilig frásøgn í framleiðsluhøllini.

 

Fleiri røður vórðu hildnar á enskum og føroyskum. Borðreitt varð við sansafreistandi og krásakendum pinnamati, perlandi hvíttvíni við frálíkum kroppi og bouquet eins og appelsinjuice.

 

Stovnararnir av P/f Seanergy eru føroyska íløgufelagið Biotech Invest (50 %) og spanska felagið Junca Gelatines, SLU (50 %). Størstu partaeigararnir í Biotech Invest eru Eik Grunnurin (40 %), P/f Suðringur (20 %) og P/f Faroe Marine Biotech (13 %). Stjórin í partafelagnum Seanergy eitur Eyðun Gaardbo, og nevndin er mannað við Miquel Junca (formaður), Salvador Junca, Marner Lisberg og Odd Bjellvåg. Tól, útgerð og telduforrit til verksmiðjuna koma úr Spaniu,  Argentina, Føroyum og aðrastaðni. Samlaði kostnaðurin av collagen-verksmiðjuni er umleið 10 milliónir Dkr.

 

Í 2002 landaði føroyski feskfiskaflotin í alt 137.181 tons, harav 50.232 tons av upsa, 38.116 tons  av toski og 2.177 tons av hýsu (Árbók fyri Føroyar – 2003). Var allur hesin hvítfiskurin landaður í Føroyum (í alt 90.525 tons) og skræðufrítt flak framleitt burtur úr honum, so kundu 5794 tons (6,4 %) av skræðu fingist til vega. Av hesi skræðunøgd kunnu 580 tons (10 %) av fiskagelatin framleiðast. Gelatin er lutvíst hydrolyserað  collagen. Prísurin fyri fiskagelatin á heimsmarknaðinum sveiggjar nakað, frá 11 Eur til 14 Eur pr/kg, svarandi  til (81 – 104) Dkr/kg. Við hesari príslegu, kundu 580 tons av fiskagelatin verið seld fyri (47.000.000 - 60.000.000) Dkr. Høvuðsmarknaðirnir eru í Asiu, men selt verður eisini í Europa og USA.

 

Varð collagen framleitt heldur enn gelatin, og útvunna fiska-collagenið virkað til hárvirðisúrdráttir so sum ”NeoCell Fish Collagen Plus Natural Hyaluronic” (http://www.vitasprings.com/neocell-fish-collagen-ha-120-capsules.html; sí fakta-box niðanfyri og mynd 3), so kundi munandi stórri ávinningur verið vunnin. Prísurin á nevnda úrdrátti er umleið 0,5 Dkr/g. Høvdu øll 580 tonsini av engros-collagen verið umgjørd til collagen-hávirðisúrdráttir, so kundu hesir verið seldir fyri 290.000.000 Dkr.

 

Fakta-box

 

Fish Super Collagen 2g
PureHA Natural Hyaluronic Acid 20mg
Vitamin C (as ascorbic acid) 40mg 66%
Copper Gluconate 1.32mg 66%
Zinc Oxide 3.32mg 22%
Silicon Dioxide 13.2mg
Magnesium Oxide 132mg 33%
Vitamin B12 0.4mcg 6.6%
Vitamin B6 1.32mg 66%

 

Hóast øll skræðan frá hvítfiski, alilaksi og øðrum fiskasløgum ikki kemur til sættis, so er tó lítil ivi um, at verður rætt atborið, so kann gylt av peningi vinnast burtur úr føroyskari fiskaskræðu.

 

Hóraldur Joensen

Granskingarleiðari, lektari

14.11.2008



Sos141108.pdf
Seanergy_Dagur_og_vika_131108.wmv
Collagen-gelatin-verkaetlan.doc
Sluttrapport_Nora_2007..doc
Egil_og__collagenpulvur.ppt