University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
H. A. Djurhuus og H. J. Debes í postkolonialum høpi
07.12.2009
Føroyamálsdeildin

H. A. Djurhuus og H. J. Debes í postkolonialum høpi

"Genskrivning, efterligning og modstand: i færøsk historie og litteratur" givið út av: TijdSchrift voor Skandinavistiek.


Hollendska tíðarritið TijdSchrift voor Skandinavistiek hevur givið út grein eftir Maluna Marnersdóttur við heitinum "Genskrivning, efterligning og modstand: i færøsk historie og litteratur". Greinin lýsir postkoloniala søguskriving og postkolonialar bókmentir.

Yrkingin "Lítið yvir Føroyaland" eftir H. A. Djurhuus endurskrivar eina danska yrking, hon hermir eftir henni, samstundis sum hon mótmælir henni. Greinin sigur eisini frá, hvussu Færingernes land eftir Hans Jacob Debes nýtir bókmentaligar snildir í postkoloniala diskursinum.

Bæði verkini eru at skilja sum dømi um danaveldi, sum svarar aftur. Undir hesum býr setningurin "The Empire Writes Back to the Centre" eftir Salman Rushdie, sum vísir til teir mongu høvundarnar úr gomlu bretsku hjálondunum, sum viðgera hjálandastøðuna.

TijdSchrift voor Skandinavistiek  Vol. 30 (2009) nr. 2

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast