Nógv fleiri umsóknir eru í ár, og miðalpróvtølini í teimum gera gáttina hægri fyri at sleppa inn á Setrið
Brynhild Thomsen
10.07.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Lestrarskrivstovan
Skriva út

Hægri gátt á Setrinum

331 umsøkjarar hava í dag fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum í 2020. Hægri miðaltal hjá umsøkjarunum hevur við sær, at gáttin í ár er hægri enn undanfarin ár

Um mánaðarskiftið varð staðfest, at stórur vøkstur er í talinum av fólki, sum vilja sleppa at lesa hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
469 umsóknir komu inn, og tað svarar til ein vøkstur uppá meira enn 18 prosent samanborið við í fjør.
Nú umsóknirnar eru viðgjørdar, kann eisini staðfestast, at fleiri umsøkjarar hava hægri miðalpróvtøl enn áður.

Svar send út í dag
Øll 469, sum hava søkt inn á Setrið í 2020, hava fingið svar um upptøku í dag.
Lestrarskrivstovan hevur givið tilsamans 331 umsøkjarum tilboð um lestrarpláss, og hetta svarar til 70 prosent av øllum, sum søktu.

Hægri gátt
Fleiri høg miðalpróvtøl eru í umsóknunum í ár, og hetta sæst serliga væl aftur, tá talan er um læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, men sama gongd er eisini á útbúgvingini til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing.
Hetta hevur við sær, at gáttin er hægri, og fyri at sleppa at lesa til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing gøgnum Kvotu 1 krevst munandi hægri miðalpróvtal í ár enn undanfarin ár.

Lægsta miðaltal, har umsøkjari hevur fingið boðið lestrarpláss eftir Kvotu 1 (miðalpróvtal eftir 7-talsstiganum):

Útbúgving

2020

2019

2018

2017

2016

Fólkaskúlalærari

8,3

5,8

7,4

6,9

7,7

Sjúkrarøktarfrøði

8,2

7,8

7,4

7,5

8,0

Námsfrøði

7,0

6,0

6,3

5,3

6,1

233 fingið fremsta val
Av teimum 261 umsøkjarunum, sum hava fingið í boði eitt pláss á bachelorútbúgvingunum, sleppa 233 inn á ta útbúgvingina, sum tey hava sett sum sína fremstu raðfesting.
Til námsfrøði eru tilsamans 42 á bíðilista. Til lærara eru tilsamans 48 á bíðilista. Til sjúkrarøkt eru tilsamans 46 á bíðilista.
Tey, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, skulu taka av í seinasta lagi 1. august.
Tey, sum ikki fáa tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið boð í dag, har tey annaðhvørt fáa at vita, at tey eru á bíðilista, ella at umsóknin ikki er gingin á møti.

Bjóðað lestrarpláss í 2020

Bachelor Umsóknir Bjóðað pláss
Fólkaskúlalærari 84 35
Námsfrøði 80 35
Sjúkrarøktarfrøði 78 30
Búskaparfrøði 34 33
KT-verkfrøði 40 40
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 17 19 *
Føroyskt - mál og bókmentir 12 14 *
Lívfrøði 15 12
Mýlalívsisindi 16 12
Politikkur og umsiting 11 14 *
Søga - smátjóðir og altjóðagerð 12 17 *
Tilsamans 399 261

Hjánám í føroyskum 4 4
Hjánám í samfelagsvísindum 3 3
Hjánám í søgu 2 2
Tilsamans 9 9
Hjánám

Heilsuvísindi 24 24
Politikkur og umsiting 8 8
Søga 7 7
Føroyskum - mál og bókmentir 3 3
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 3 3
Tilsamans 45 45
Fyri námsfrøðingar 9 9
Fyri lærarar 7 7
Tilsamans 16 16
Master
Ískoytisútbúgvingar

Tilsamans fyri allar útbúgvingar 469 331

*Talið fyri umsóknir vísir einans, hvussu nógv hava søkt inn á hesa útbúgving sum sína
1. raðfesting. Umsøkjarar eru, sum ikki eru komnir inn á 1. raðfestingina, men eru
komnir inn á 2. ella 3. raðfesting, og tí eru fleiri komin inn til summar útbúgvingar enn
umsóknartalið vísir.