25.11.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Hagtøl yvir føroyingar undir hægri útbúgving

Sambært tølunum hjá Studna vóru 2427 føroyingar undir hægri útbúgving tann 1. november 2015.


Hóast Ongland framvegis er best umtókta landið at lesa í, vísir talvan "Samlað uppgerð av føroyingum á hægri útbúgvingum uttan fyri Norðurlond", at tølini av føroyskum lesandi í Onglandi, Skotlandi og USA eru lækkandi, meðan tølini í Kina eru hækkandi og tølini í Póllandi standa í stað.

Síðan november 2012 eru tølini av føroyskum lesandi, ið lesa uttanfyri Norðurlond lækkað við 72. Føroyafrádrátturin í Danmark er ringur at kappast við. ÚSUN er lækkað úr 120.000 kr. niður í 80.000 kr. samstundis sum gjaldoyruni í Stóra Bretlandi og USA eru hækkað og tískil eru skúlagjøldini og livikostnaður eisini hækkað.

Talvurnar
Tølini fyri lesandi í Føroyum á talvuni "Føroyingar á hægri útbúgvingum" eru gjørd við støði í øllum teimum, sum hava móttikið lestrarstuðul á øllum hægri útbúgvingum í hesum skúlaárinum.

Tølini fyri lesandi uttanlands á talvuni "Føroyingar á hægri útbúgvingum" eru grundað á ferðastuðul. Øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið ferðastuðul í skúlaárinum, eru tald við.

Tølini á "Samlað uppgerð av føroyingum á hægri útbúgvingum uttan fyri Norðurlond" eru bygd á talið av lesandi, sum fáa stuðul til skúlagjaldið og undantikið skotsku tølini, sum verða gjørd út frá ferðastuðli. 

So statt eru tølini ikki heilt neyv, men geva eina fatan av, hvussu stórt talið av lesandi er.