14.11.2018
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hallbera West fer at verja ph.d.-ritgerð

Til ber at fylgja hesum við streaming á HESIN LEINKJU

Fróðskaparsetur Føroya flytir aftur mørk. 16. november verður fyrstu ferð, at Setrið klekir ein doktara í stjórnmálafrøði

Verjan av ritgerðini er almenn, og hevur óiva almennan áhuga, tí hon fer í eitt kjarnuøki í okkara demokratisku skipan, nevniliga sambandið millum Føroya Løgting og landsstýri.

Í einari parlamentariskari skipan er tað umráðandi fyri fólkaræðið, at tað eru vælvirkandi skipanir, sum tryggja ábyrgd, accountability. Parlamentið (Løgtingið) delegerar útinnandi vald til stjórnina (landsstýrið), og tískil stendur stjórnin til svars fyri parlamentinum. Men í hvønn mun og nær luttaka tingfólk í parlamentariskum eftirliti? Hallbera West kannar í síni ritgerð, hvat ið skal til fyri at tingfólk nýta vitan frá teimum báðu óheftu eftirlitsstovnunum Løgtingsins Umboðsmaður og Landsgrannskoðanin. Hesir stovnar boða frá (fire alarm) tá okkurt er áfatt, men so er spurningurin, um og nær hetta setir gongd á tiltøk (firefighting) frá tingfólki.

Kanningin er í tveimum. Fyrri partur er ein miðal-N kvantitativ kanning av, hvørji mynstur eru fyri firefighting hjá tingfólki. Síðan eru tvey fire alarm mál útvald til eina kvalitativa kanning við process-tracing háttalagi (annað er um førdan fiskuvinnupolitikk, og hitt um eitt samferðslumál). Endamálið við kvalitativu kanningini er at vísa á mekanismur, sum tykjast at vera fortreytir til firefighting. Úrslitini frá kanningini vísa, at tingfólk luttaka í eftirlitsvirksemi fyri at fremja partapolitisk áhugamál. Tingfólk leggja dent á skeivleikar hjá landsstýrisfólkum og á avleiðingar av politikkinum hjá stjórnini. Kanningin vísur tó eisini, at eftirlitsvirksemi, sum er meiri stýrt við mannagongdum og siðvenjum, kann taka broddin av partapolitikkinum. Harumframt vísir kanningin eitt torgreitt tvívegis samband millum parlamentariskt virksemi og fjølmiðlaumrøðu.

Hallbera hevur verið innskrivað bæði á Setrinum og á Aarhus Universiteti. Vegleiðarar hava verið Helene Helboe Pedersen, lektari, Aarhus Universitet, Beinta í Jákupsstovu, professari, Høgskolen í Molde, og Jens Blom-Hansen, professari, Aarhus Universitet. – Í metingarnevndini eru Kaare Strøm, professari, UC San Diego, Ólafur Harðarson, professari, Háskóli Íslands og Asbjørn Skjæveland, lektari, Aarhus Universitet.

Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum.

Verjan av ritgerðini er sum nevnt almenn og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 16. novemberog byrjar stundisliga kl. 13.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.