University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Háloysiligar veðurforsagnir fyri Føroyar
Bárður Niclasen & Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
11.01.2009
Náttúruvísindadeildin

Háloysiligar veðurforsagnir fyri Føroyar

Í samstarvi við Náttúruvísindadeildina ger Institute for Meterological Research (IMR) í Íslandi nú háloysiligar veðurforsagnir fyri føroyska økið.


Øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað, verður sagt. Hetta er kanska serliga galdandi fyri Føroyar, har prát um veðrið fyllir sera nógv, samstundis sum eingin veðurfrøðingur er settur í landinum. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur í eina tíð arbeitt við at menna neyv aldumodellir fyri landgrunnin. Alda verður í høvuðsheitum skapt av vindi, og ein fyriteyt fyri at gera neyvar aldurforsagnir er, at neyvar forsagnir fyri vindin eru tøkar.

Veðurtænasta fyri Føroyar

Her heima njóta vit gott av, at londini uttan um okkum menna teirra veðurforsagnir, og gera tær tøkar á netinum. Tey bestu modellini, sum verða nýtt í hesum tænastunum á okkara leiðum, hava eina fjarðstøðu millum roknipunktini uppá 15-30 km. Hetta er ov grovt til at umboða ávirkanina av fjøllunum, og tískil verður vindurin nær landi og í sundunum ikki nóg neyvur til at gera aldusimuleringar.

Fyri nakað síðani staðfesti Náttúruvísindadeildin, at tað ikki er nakar ítøkiligur áhuga at fíggja menning av førleika til at gera og koyra veðurmodellir í Føroyum. Síðani hevur verið leitað eftir samstarvsfelagum aðrastaðni, og samstarv er komið í lag við IMR.

Institute for Meterological Research (IMR)

IMR er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg til at gera háloysiligar veðurforsagnir. Teir gera veðurforsagnir fyri Ísland, Grønland og nú eisini fyri Føroyar. Fjarstøðan millum roknipunktini fyri Føroyaøkið er 3 km, og fyribils ber IMR sjálvt útreiðslurnar av hesari tænastuni. Hesar forsagnir eru tøkar á

www.belgingur.is/opna/1/gfs/fo/3/vindur/.

NORA fíggjar menning av veðurskipan til bjargingartænastur

Saman við samstarvsfelagum í Íslandi, Noregi, USA, Føroyum og vantandi eisini í Grønlandi stendur IMR fyri at menna eina serliga veðurforsagnarskipan til bjargingartænastir í Norðuratlantshavinum. Herfyri játtaði NORA pening til hesa verkætlanina. Í Føroyum er eitt fólk á Náttúruvísindadeildini, sum ferð at luttaka í parti av verkætlanini.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum