University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Handrit eftir Jóhannes av Skarði latin Føroyamálsdeildini
10.12.2012
Føroyamálsdeildin

Handrit eftir Jóhannes av Skarði latin Føroyamálsdeildini

Føroyamálsdeildin hevur fingið ymisk handrit og upprit eftir Jóhannes av Skarði.


Jóhannes av Skarði ( f. 1911, d. 1999) var lærari á Føroya fólkaháskúla 1938-76 og stjóri á Háskúlanum 1942-52. Tá ið Fróðskaparfelagið varð stovnað í 1952 og fór at geva út Fróðskaparrit, var Jóhannes álitismaður í málspurningum. Hann var fyristøðumaður fyri Málstovni Føroya Fróðskaparfelags 1958-93, sum helt til á loftinum í Bátahøllini á Debesartrøð.

Millum mongu verk Jóhannesar eru fyrsta dansk-føroyska orðabókin, 1967, (ískoytisbind við Jóhan Hendrik W. Poulsen sum medritstjóra kom í 1977) og fyrsta ensk-føroyska orðabókin , 1984. Jóhannes var hegnigur orðasmiður, frá honum eru t.d. orðini  sjálvtøka, ljóstak/at ljóstaka/ ljóstøka. Hann dugdi stak væl at geva málsliga leiðbeining soleiðis, at hon kendist sum góð ráð og ikki atfinning.

Jóhannes av Skarði var fyrstur at fáa sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk. Tá ið Fróðskaparsetur Føroya hátíðarhelt 25 ára dag sín í 1990, varð Jóhannes útnevndur heiðursdoktari.

Einkjan Paulina av Skarði andaðist fyrr í ár, og arvingar teirra hava nú latið Føroyamálsdeildini tilfar frá siðsøguliga og málsliga arbeiði Jóhannesar, eitt nú orðaseðlar, upprit og myndir viðvíkjandi tí føroyska bátinum, velting, ræning o.a.

Føroyamálsdeildin takkar hjartaliga fyri gávuna.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast