University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hanna Jensen - fyrsta samansetta M.A.-prógv
Annika Sølvará
04.06.2007
Føroyamálsdeildin

Hanna Jensen - fyrsta samansetta M.A.-prógv

Herfyri varð fyrsta samansetta M.A.-prógv útskrivað av Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Samansetta M.A.-prógvið er ein serlig útbúgving, ið gevur undirvísingarførleika á miðnámsskúlastøði.


Tað er Hanna Jensen, ið dagliga starvast sum lærari og lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali, ið tók tað. Hanna Jensen hevur lisið føroyskt á Føroyamálsdeildini og franskt á KøbenhavnsUniversitet.

Útbúgva miðnámsskúlalærarar
Samansett M.A. er ein serlig útbúgving, ið hevur tann serliga eginleika, at hon gevur undirvísingarførleika á miðnámsskúlastøði. Kravið er, at tikið verður høvuðsnám á Føroyamálsdeildini og hjánám antin frá Fróðskaparsetri Føroya ella øðrum hægri lærustovni. Umframt hetta skal høvuðsritgerð takast í høvuðsnáminum.

Fyri at kunna undirvísa á miðnámsskúlastøði er vanliga neyðugt við minst 120 ects í hvørjum undirvísingarfaki. Tí er samansett M.A. 30 ects longri enn ein vanlig M.A., tí at hjánámið telur 120 ects heldur enn 90 ects, sum vanligt hjánám telur.

Ein meginregla er, at 30 ects samsvarar við eitt hálvt ársnám. Við høvuðsnámi (180 ects) og hjánámi (120 ects) tekur tað tí í útgangsstøðinum eitt hálvt ár eyka at taka samansetta M.A.

Aftaná setan á miðnámsskúla skal harumframt takast námsfrøðiskeið.

Samansett M.A.
Høvuðsgrein: 180 ects
Hjánám: 120 ects
Høvuðsritgerð: 30 ects
Námsfrøðiskeið

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara