University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hans Harryson vardi sína ph.d.
02.07.2018
Námsvísindadeildin Setursskrivstovan

Hans Harryson vardi sína ph.d.

Mikudagin í seinastu viku tann 27. juni vardi Hans ph.d.-ritgerð sína um námsfrøðiliga partin í læraraútbúgvingum í Noregi, Danmark og Íslandi.


Verjan varð hildin í Auluni á Námsvísindadeildini og heilt fitt av fólki var komið saman til høvið. Hans hevði eina sera áhugaverda og sannførandi verju, har hann fyrst gjøgnumgekk sítt arbeiði at samanbera og greina læraraútbúgvingar í trimum londum og niðurstøðurnar, sum hann er komin til. Síðani varð spurt og kjakast um ymsar tættir, m.a. í vali av londum og skúlum til samanberingar, um metodur og niðurstøður.

Hans Harryson svaraði væl fyri seg og fekk rós frá metingarnevndini fyri sítt umfatandi og dygga granskingararbeiði. Tey mettu arbeiðið vera eitt kærkomið og gott íkast til økið, sum ikki er nógv kannað frammanundan, og mæltu honum til at halda fram at arbeiða við innsavnaða tilfarinum og at fáa úrslitini almannakunngjørd.

Tá verjan var liðug kunngjørdi metingarnevndin, at tey vóru samd um, at hann hevði staðið verjuna og mæltu til, at hann fekk tillutað ph.d.-heitið. Sigurð í Jákupsstovu handaði honum prógv frá Fróðskaparsetrinum, meðan prógvið frá Aarhus Universitet kemur seinni.

Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og Granskingargrunninum, er tað, sum verður kallað “double degree”, sum er ein avtala millum Aarhus Universitet og Fróðskaparsetur Føroya

Høvðusvegleiðari hevur verið Jens Rasmussen, professari á DPU, Aarhus Universitet og hjávegleiðari hevur verið Firuoz Gaini, Fróðskaparsetur Føroya.

Í metingarnevndini vóru:

  • Per Fibæk Laursen, professari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse (DPU) við Aarhus Universitet (formaður)
  • Elsebeth Jensen, útbúgvingarleiðari á VIA University College
  • Elaine Munthe, professari á Fakultet for utdanningsvitenskap og humaniora við Universitetet i Stavanger

Hans Harryson hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans, sum frammanundan er námslektari á Námsvísindadeildini, byrjaði arbeiðið við síni ph.d. í september í 2014 og lat ritgerðina inn marts í ár.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun