University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hans Pauli Joensen dekanur á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
13.01.2012
Altjóða Skrivstovan

Hans Pauli Joensen dekanur á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt av at seta Hans Paula Joensen í starv sum dekanur fyri nýskipaðu Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.


Hans Pauli er 56 ár og hevur sera drúgvar og viðkomandi royndir innan hægri útbúgving og gransking. 

Hann hevur útbúgving sum Cand Scient í støddfrøði og alisfrøði frá Odense Universitet í 1980 og hevur verið starvssettur sum alisfrøðingur á Fróðskaparsetrinum síðan 1982, fyrst sum adjunktur og sum lektari síðan 1993. 

Hansara gransking hevur verið innan vindorku, innan havfrøði og innan geislavirkna dálking og spjaðing. 

Á Setrinum hevur Hans Pauli røkt starvið sum leiðari á Náttúruvísindadeildini síðan 1987 og sum virkandi dekanur síðan 2008, og tekur hann við nýggja starvinum 1 mars 2012. 



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025