University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
23.02.2017
Føroyamálsdeildin

Har Hammershaimb møtir Marx og Freud

Móðurmálsdagurin verður hildin á hvørjum ári á føðingardegi V.U. Hammershaimbs 25. mars - hesa ferð í Løkshøll.


Í Frøði nr. 2/2016 skrivar Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, um falsifikationsmeginregluna hjá Karl Popper, filosoffi. Sum dømi nevnir hann tilmunarástøðið (relativitetsteori) hjá Albert Einstein, alisfrøðingi ella fysikara. Á móðurmálsdegnum í ár verður dentur lagdur á yrkismál sum hetta.

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13.00.

Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs. Hann var føddur 25. mars 1819. Málráðið skipar fyri almenna móðurmálsdegnum, og í ár verður dentur lagdur á yrkismál.

Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað.

Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga