University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Harutíðin nærkast
25.10.2017
Til lesandi Náttúruvísindadeildin

Harutíðin nærkast

Annar november er fyrsti dagur, at loyvt er at skjóta haru, og menn bíða í spenningi at sleppa í hagan. Nú ber til at hoyra ljóðbrotini um føroysku haruna og haruskjóting í Føroyum, sum Kringvarpið hevði mánamorgnar í harutíðini í fjør.


Sjey fylgjandi mánamorgnar, frá 7. november til 19. desember í 2016, var eitt fast innslag í “Góðan Morgun Føroyar”- sendingunum hjá Kringvarpinum um haru og haruskjóting í Føroyum. Fyrst var ein tekstur um føroysku haruna ella haruskjóting í Føroyum lisin. Aftaná ringdi morgunverturin til Eyðfinn Magnussen, fyri at frætta, hvussu hevði gingist við haruskjótingini kring landið tað seinastu vikuna.

Nú ber til at hoyra hesi sjey ljóðbrotini, við at trýsta á leinkini niðanfyri.

  1. Føroyska haran. Lurta her, (4:21 min.)
  2. Haruveiðan í Føroyum og hvussu hon er skipað. Lurta her,(4:04 min.).
  3. Haruveiðan í Føroyum – Hvussu nógv verður skotið og týdningurin av hesum. Lurta her (4:13 min.).
  4. Søla og prísir á haruhøgum. Lurta her, (5:18 min.).
  5. Hvussu leingi livir ein hara? Lurta her. (7:56 min.).
  6. Verður ov nógv skotið? Lurta her, (6:00 min.).
  7. Haruskjóting – Ein mannfólkaítrótt burturav. Lurta her (4:03 min.).


TEKSTIRNIR SAVNAÐIR Í BÓKLINGI

Allir sjey tekstirnir frá innsløgunum í Kringvarpinum eru savnaðir í bóklinginum “Ymiskt um føroysku haruna og haruskjóting í Føroyum”. Bóklingurin er 18 blaðsíður til longdar, og kann takast niður her.

Eisini ber til at lesa allar frágreiðingarnar um úrslitini frá haruveiðuni í Føroyum árini 2012 – 2016.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025