18.12.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Haruveiðan bert ein fjórðing av tí hon var í fjør

Nú einans 16 dagar eru eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða veiðan einans ein fjórðing av tí, hon var í fjør.


Higartil í ár eru 1.436 harur skrásettar at vera skotnar, í móti 5.051 harum, somu tíð í fjør. Samlaða túratalið er eisini munandi minni í ár, enn tað var í fjør. Higartil í ár eru 162 túrum skrásettir, móti 547 túrum somu tíð í fjør. Fyrstu vikuna, ið skotið varð, fingu teir tilsamans 775 harur á 76 túrum. Í seinastu viku fingu teir 41 harur á 10 túrum og hesa vikuna eru skotnar 20 harur á 4 túrum.

Tann vánaliga veiðan sæst um alt landið, eisini í teimum stóru harubygdunum. Í fjør vóru flestar harur skotnar í Vestmanna. Tá fingu teir tilsamans 1.120 harur á 74 túrum,  men í ár er veiðan munandi slakari. Higartil í ár eru einans 145 harur skrásettar at vera skotnar á 16 túrum í Vestmanna. Í Sørvági fingur teir 553 harur í 2014, men  í ár eru bert komnar 133 harur í Sørvági, sum teir hava fingið á 6 túrum.

Á heimasíðuni “Haran.fo”, ber til at fylgja við, hvussu haruveiðan hevur gingist kring landið.

 

ÁTTA TEIR RASKASTU

Í teimum átta hagapørtunum, sum teir hava skotið flestu harurnar, hava teir higartil skotið 459 harur á 25 túrum. Flest harur hava teir fingið á Klappjaktini í Trongisvági, har 17 mans 4. november skutu 70 harur. Á øðrum plássi eru teir í Sundshaga í Sandavági. Teir hava fingið 68 harur á sjey túrum.

 

IKKI ØLL TØLINI INNKOMIN ENN

Hóast tað higartil bert eru skrásettar at vera skotnar 1.436 harur, er tað samlaða talið helst eitt sindur hægri, tí enn eru ikki øll úrslitini frá túrunum latin inn, tí summir bíða til harutíðin er liðug. Hetta hevur eisini verið vanligt hini árini. 

Tá vit seinasta ár vóru komin til tann 6. desember, vóru íalt skrásettar 3.869 harur, sum vórðu skotnar á 349 túrum kring landið, men tá endaliga úrslitið var gjørt upp, vísti tað seg, at tað samlaða talið var einar 1.000 haru meira enn tað, sum var skrásett fram til 6. desember. Tí verður tann samlaða haruveiðan fyri 2015 helst eitt sindur hægri enn tað, sum higartil er skrásett.

 

IKKI LÍKA HUGALIGT AT BOÐA FRÁ

At so lítið er at fáa í ár, ávirkar helst eisini hugin hjá monnum at lata tølini inn, tí ikki er so nógv at reypa um. Tað liggur til lyndið á veiðimanninum, at tað fellur honum lættari at tosa um teir góður túrarnar. Túrarnir, har tú onki fekk, eru hinvegin knapt so spennandi. Ein harumaður, sum eg tosaði við, vildi vera við, at tá hann hevði verið og skotið og kom gangandi heim gjøgnum bygdina, uttan nakra haru á bakinum, tá møtti hann altíð nógvum fólki, men tá hann kom gangandi gjøgnum bygdina við einum 8 til 10 harum á rygginum, tá møtti hann sjáldan nøkrum.

 

LÍTIÐ TIL AV HARU

At samlaða haruveiðan hevur verið so vánalig í ár, kemst av tí vánaliga veðrinum, sum verið hevur í november og desember mánað, og so tað, at munandi minni er til av haru í ár. At so lítið er til í ár, kemst uttan iva av tí vánaliga veðrinum, sum var fyrst í árinum. Føroyska haran leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar - mars, onnur í mai - juni og triðja løgan er í august - september. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Tá fyrsta løgan var løgd í februar, var nógvur kavi, tað sama hendi, tá onnur løgan var løgd í mai mánað. Tí kann roknast við, av meginparturin av hesum ungunum ikki eru komnir fyri seg. Sostatt eru tað bara ungarnir frá tí triðju løguni í august og september mánað, sum hava yvirlivað, og eru tað tí hesir ungarnir, sum nú verða skotnir, umframt tær gomlu harurnar, sum yvirlivdu frá í fjør.