University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Minnisvarðin Huldur Í Tjaldi
08.10.2023
Setrið Føroyamálsdeildin

Hátíðarhald: Minnisvarðin "Móðurmálið" reinsaður

Týsdagin 10. oktober klokkan 15 verður hátíðarhald við Landsbókasavnið, har reinsaði minnisvarðin, "Móðurmálið", verður sýndur fram

Nú minnisvarðin yvir V.U. Hammershaimb, "Móðurmálið", er reinsaður, verður hátíðarhald við standmyndina og síðani framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.

Minnisvarðin varð reistur í 1948 til heiðurs fyri Hammershaimb, og standmyndin, sum Janus Kamban legði úr hondum, fekk sjálvandi navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og reglur úr yrking hansara til Hammershaimb, "Fáir finnast frægir her á foldum", eru ristaðar í varðan.

Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða. Tjóðsavnið hevur ráðgivið, og serfrøðingar í konservering og gróthøgging hava staðið fyri arbeiðinum. Í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum.

Fyrst á skránni fyri hátíðarjaldið, sum byrjar klokkan 15, er røða, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur. Síðani verður sangur, myndatøka og framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lesið eisini grein í Skúlablaðnum frá 1948, tá standmyndin upprunaliga varð avdúkað her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum