University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hátíðarhald og konsert í Norðulandahúsinum
17.03.2011
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Hátíðarhald og konsert í Norðulandahúsinum

Í samband við, at Jonhard Mikkelsen og Sunleif Rasmussen móttaka Mentanarvirðislønir Landsins, og Sunleif eisini verður 50 ár, verður hátíðarhald í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 18. mars kl. 19.00.


Á skránni er eisini konsert, og skráin til hesa føðingardagskonsert og handan av heiðurslønum er hendan:

  1. Konsert í g-moll eftir Antonio Vivaldi
  2. Echoes of the Past fyri solo violin eftir Sunleif Rasmussen
  3. Mentanarvirðisløn Landsins, handan og talur
  4. Pastorella eftir Antonio Vivaldi
  5. Sarabande og Gigue úr Svitu fyri gittar og effektprosessor eftir Sunleif Rasmussen
  6. Mentanarheiðursløn Landsins, handan og talur
  7. Frumframførsla fyri solo blokkfloytu eftir Sunleif Rasmussen
  8. Violin og basso continuo eftir Antonio Vivaldi
  9. Andalag 2 fyri 2 floytur eftir Sunleif Rasmussen
  10. Konsert í G-dur 2. og 3. sats eftir Antonio Vivaldi

Tónleikarar: Michala Petri blokkfloytur, Andrea Heindriksdóttir floytu, Bernharður Wilkinson floytu, Sámal Petersen violin, Ólavur Jakobsen gittar, Christine Andersen fagott.  

Kostnaður fyri luttøku er 50 kr, og atgongumerkir eru at fáa í Norðurlandahúsinum



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara