University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 06 04 At 15 23 17 Hátíðarløta Fyri Universitetssjúkrahúsinum Heilsumálaráðið

Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

04.06.2025
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum

Í dag varð hátíðarhildið, at farið er undir at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús, nú lógin, sum skipar samstarvið, kom í gildi 1. juni 2025

Hátíðarløtan varð hildin í Skálanum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum seinnapartin.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, legði í røðu síni dent á, at við universitetssjúkrahúsinum fær heilsuverkið í Føroyum eitt lyft.

- Eitt universitetssjúkrahús er samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu, segði hon m.a.

Við lógarbroytingini, sum kom í gildi 1. juni 2025, og við skipaða samstarvinum millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, eru karmarnir settir til at menna bæði sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving í Føroyum.

Landsstýriskvinnan greiddi frá, at politiska visjónin er, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal brúka í minsta lagi minst tvey prosent av rakstrarjáttanini til gransking og undirvísing, og arbeiðið er longu byrjað við játtanum á fíggjarlógini.

Tá Sjúkrahúsverkið verður skipað sum universitetssjúkrahús, hava heilsustarvsfólk møguleika fyri bæði at arbeiða og granska á sjúkrahúsinum. Tað fer væntandi at økja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at arbeiða í okkara Sjúkrahúsverki.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni ljóðaði soleiðis:

Góðu øll somul

Tað er við stórari gleði og virðing, at je í dag standi her og kann staðfesta: At okur nú kunna fara undir at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús.

Lógaruppskotið er samtykt í Løgtinginum og varð sett í gildi 1. juni 2025 – og við hesum er ein stórur og týdningarmikil varði í føroyska heilsuverkinum vorðin veruleiki.

Hetta er ein hátíðarløta – og ein merkisdagur. Ein dagur, har okur fegnast um, at okur nú hava sett veruligt fótafesti undir tað, sum nógv hava arbeitt við í áravís: at styrkja bæði sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving – og at knýta alt hetta tættari saman.

Eitt universitetssjúkrahús er ikki ein vanligur stovnur. Tað er eitt samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu.

Tað hevur týdning fyri sjúklingarnar. Tí vit vita úr altjóða gransking, at sjúkrahús, sum eru virkin innan fyri gransking og útbúgving, veita betri viðgerð. Tað merkir tryggari og dygdargóðar heilsutænastur til føroyingar – og tað er jú kjarnan í øllum okkara arbeiði.

Tað hevur eisini týdning fyri starvsfólkini í heilsuverkinum. Tí við einum universitetssjúkrahúsi kunnu vit bjóða læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum fakfólki størv, har tað eisini ber til at granska, menna seg og undirvísa. Hetta ger okkum kappingarfør í einum altjóða kappingarheimi, har  tørvurin á heilsustarvsfólki er stórur.

Og hetta hevur stóran týdning fyri alt heilsuverkið – tí tað styrkir og dygdartryggjar okkara tilboð og ger føroyska heilsuverkið sjálvbjargið, nýskapandi og framtíðartrygt.

Gongdin higar hevur verið miðvís. Ein arbeiðsbólkur varð settur í 2023, sum í september sama ár handaði Margit Stórá, táverandi landsstýriskvinnu, eitt væl gjøgnumhugsað tilmæli um, hvussu
Sjúkrahúsverkið kann skipast sum universitetssjúkrahús. Ein týðandi liður í hesum arbeiði var  avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, sum longu varð undirskrivað í 2024. Við hesi avtalu tryggja vit samstarv um útbúgving og gransking – ein fortreyt fyri at kunna kalla
Sjúkrahúsverkið eitt universitetssjúkrahús.

Og ein annar liður er sjálv lóggávan – sum nú er komin í gildi. Hon setir karmarnar og tryggjar, at játtan verður latin til heilsugransking og útbúgving, so hetta ikki verður eitt einstakt átaksarbeiði, men ein varandi partur av okkara heilsuverki.

Mín visjón er greið: Vit skulu arbeiða fram ímóti at brúka minst 2 prosent av játtanini hjá Sjúkrahúsverkinum til heilsugransking og undirvísing í 2030. Hetta arbeiðið er farið í gongd – við at m.a. 1,5 mió. kr. eru settar av á fíggjarlógini í 2024 og 1 mió. kr. í 2025. Je fari framhaldandi at arbeiða fyri at seta pening av á fíggjarlógini til hetta endamál.

Men hetta er bara byrjanin.

Vit skulu eisini menna útbúgvingartilboð, granskingarumhvørvið, útgerð og karmar – og ikki minst samstarvið millum granskarar, sjúkrahús, Setrið og aðrar lærdar háskúlar.

Eg vil takka øllum tykkum, sum hava lagt orku í hetta arbeiðið – bæði í Sjúkrahúsverkinum, á Setrinum, í arbeiðsbólkinum, í fyrisitingini og í politisku skipanini.

Við hesum arbeiði hava vit lyft heilsuverkið í Føroyum eitt týðandi stig upp. Vit hava latið upp fyri nýggjum møguleikum – og vit hava víst, at vit tora at hugsa stórt og framtíðartryggja
okkara heilsuverk.

Hjartaliga til lukku øll somul. Vit kunnu vera errin av hesum.

Takk fyri.

Tað var 26. juni í 2024, at avtalan um universitetssjúkrahús varð undirskrivað í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya. Á myndini skriva Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, undir avtaluna, meðan myndamaðurin hjá  Kringvarpi Føroya filmar til Dag og viku sama kvøld

Á hátíðarløtuni á Landssjúkrahúsinum í dag helt rektarin eisini eina stutta røðu. Martin Tvede Zachariasen segði soleiðis:

Góðu øll somul

Føroyar eru eitt lítið land, um hugsað verður um íbúgvaratal. Men Føroyar eru eitt stórt land, tá hugsað verður um avrik.

Seinastu árini hava vit bygt upp sterka og breiða heilsugransking, sum á fleiri økjum er á høgum altjóða stigi, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Fróðskaparsetrinum, føroyska universitetinum. 

Tí fegnist eg um, at arbeiðið at skipa universitetssjúkrahús nú er staðfest í lóg. Hetta gevur okkum á Fróðskaparsetrinum og tykkum í Sjúkrahúsverkinum vissu fyri, at hetta er eitt áhaldandi politiskt projekt.

Eitt universitetssjúkrahús krevur bæði eitt universitet og eitt sjúkrahús. Tvs. at hægri útbúgving og gransking á heilsuøkinum gerst ein felagsuppgáva, sum bæði fer at styrkja og menna heilsufrøðiligar útbúgvingar til okkara ungu, men sum eisini fer at gagna tí viðgerð, sum føroyski sjúklingurin fer at fáa. Altso ein “win-win”-støða fyri føroyska samfelagið. 

Vit eiga at brúka arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum sum fordømi um, hvussu vit kunnu skapa sterkari eindir innan fyri onnur øki. Sjálvt um vit eru fá í tali, kunnu vit megna ómetaliga nógv saman. Universitetssjúkrahúsið kann gerast eitt modell fyri, hvussu vit - eisini á øðrum økjum - skipa hægri útbúgving, gransking, íverksetan og vitanargrundaðar tænastur til okkara mynduleikar, kommunur og vinnulív. 

Tað, sum veruliga byrjaði ferðina hagar, vit eru í dag, var peningurin frá fænum í  Sjúkakassa-grunninum. Also almenn fígging fyri at styrkja heilsugransking, heilsuvísindaliga útbúgving og stovnsetanina av Deplinum fyri Heilsu- og Almennagransking. Hetta vísir, at lutfalsligar smáar íløgur kunnu gera stóran mun.

Heilsuvísindalig gransking er stórur partur av samlaðu granskingini í okkara grannalondum. Um vit umseta donsku tølini fyri almenna íløgur í heilsugransking til føroysk viðurskifti, svarar tað til, at vit áttu at brúkt meira enn 100 milliónir um árið í Føroyum. Hugsið tykkum, hvat ein slík íløga hevði gjørt fyri føroyska sjúkrahúsverkið!

Eg eri sum rektari á Fróðskaparsetrinum, føroyska universitetinum, sannførdur um, at nýggja lógin fer at seta ferð á menningina av bæði Sjúkrahúsverkinum og Fróðskaparsetrinum. T.d. vænti eg, at ph.d.-lesandi á heilsuøkinum koma at fylla nógv á nýggja ph.d.-skúlanum á Setrinum.

Eg vil fegin takka tykkum í Heilsumálaráðnum, í Sjúkrahúsverkinum og á Fróðskaparsetrinum fyri ómetaliga gott og týdningarmikið arbeiði. Summi av tykkum hava brúkt nógva orku fyri at koma her til, men nú er tað fyrsta stóra málið rokkið.

Tillukku øll somul - og vælkomin á føroyska universitetssjúkrahúsið!

Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, helt somuleiðis røðu í dag. Her stendur hann saman við Mariu Skaalum Petersen, leiðara í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, Magna Mohr, dekani á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og prorektara fyri gransking á Setrinum, og Martini Tvede Zachariasen, rektara.

Steinar Eirikstoft segði soleiðis í sínari røðu:

 Góðu starvsfelagar og samstarvsfelagar

Tað er mær ein gleði at standa saman við tykkum í dag, nú vit hátíðarhalda, at lógaruppskotið um universitetssjúkrahúsið kom í gildi tann 1. juni. 

Tað var Heilsuverkið, sum myndaði tingfundin tann 10. apríl í ár. Atkvøtt varð fyri at skipa heilsu-tænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum; um umvæling og umbygging av starvsfólkabygninginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi; og um at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús. Breið semja var, og allair tinglimir atkvøddu hendan dagin fyri universitetssjúkrahúsi. 

Breiða undirtøkan í Løgtinginum endurspeglar tann stuðul, sum vit hava merkt. Tað er eingin ivi um, at føroyingar vilja hava eitt universitetssjúkrahús.  

1. juni var tí ein stórur dagur. Ein dagur, sum merkir eitt vegamót í søguni hjá føroyska sjúkrahúsverkinum. Við virðing fyri tí, sum longu er bygt upp gjøgnum føroysku sjúkrahússøguna við trúgvari og fakligari tænastu, seta vit nú kós móti eini enn størri framtíð: At gerast eitt universitetssjúkrahús. 

At lógin er samtykt merkir tó ikki, at vit eru eitt universitetssjúkrahús. Tað skal nógv meira til.

Við lógini binda vit okkum til at arbeiða fram móti at gerast eitt universitetssjúkrahús, við at menna sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús. Hettar hendir ikki eftir einum degi, og tað krevur nakað av okkum. Men vit eru fús at taka uppgávuna á okkum, so vit, sum frá líður, røkka málinum, og vit harvið errin kunnu kalla okkum universitetssjúkrahús.

Tað krevur dirvi at seta sær stór mál. Tað krevur eisini ein greiða og ábyrgdarfulla hugsan at fara undir at gerast eitt universitetesjúkrahús. Tí eitt universitetssjúkrahús er ikki bara eitt orð ella ein bygnaðarlig broyting. Tað er ein visjón – ein djúpri og longri ætlan um at styrkja okkara fakligu grund, menning og samstarv, bæði innan- og uttanlands. 

Eitt universitetssjúkrahús er eitt stað, har framúr góð sjúkrarøkt og læknaarbeiði ganga hond í hond við gransking og útbúgving. Tað merkir, at vit skulu ikki bert veita góða viðgerð – vit skulu eisini skapa vitan, menna hægri fakligar førleikar og vera við til at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum.

Við at gerast eitt univesitetssjúkrahús leggja vit okkum eftir at styrkja gransking og útbúgving innan fyri sjúkrahúsverkið, at skapa enn betri karmar fyri fakliga menning og dygd í tænastuni til borgaran og at knýta okkum enn tættari at akademiska heiminum bæði í Føroyum og uttanlands. 

Tað, vit vænta okkum av hesum, er, at tað gevur okkum møguleikan at draga fleiri heilsustarvsfólk til, at fasthalda heilsustarvsfólk og at draga fleiri serfrøðingar og granskarar til Føroya; vit vænta, at tað styrkir okkara umdømi og okkara førleikar sum arbeiðspláss og útbúgvingarstovnur; og tað gevur okkum føroyingum eina betri og tryggari heilsutænastu bygd á vitan, royndir og gransking av hægstu góðsku.

Eitt tætt og gott samstarv við Fróðskaparsetrið er ein fyritreyt fyri at gerast eitt universitetssjúkrahús. Vit frøast um hetta samstarv, og at avtalan okkara millum, sum leggur lunnar undir samstarvið, longu er undirskrivað,. Eisini fegnast vit um og hava álit á, at okkara starvsfólk, ið eru hjartað og sinnið í okkara sjúkrahúsverki, fara at gera sítt til, at sjúkrahúsverkið fer at mennast til universitessjúkrahús.

Eg vil nýta høvið at takka tykkum øllum – starvsfólki, leiðslu, politikarum og øllum okkara samstarvspørtum – fyri at hava borið hetta arbeiðið higar. Nú er tíð at taka næsta stig. Við ábyrgd, við skynsemi og við einum brennandi ynski um framhaldandi dygd í føroyska heilsuverkinum. 

Nú ganga vit kósina saman - móti einum sjúkrahúsverki, ið ikki bara gevur góða røkt, men eisini er ein partur av vitanarsamfelagnum. Og móti einum universitetssjúkrahúsi til gangs fyri alt samfelagið.

**

Sí innslagið í Dag og viku 27. juni 2024 á tíðarkotu 21:49 her.

Eisini hevði útvarpið hjá KVF innslag um evnið. Hoyr innslagið við Magna Mohr, dekani á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, og Mariu Skaalum Petersen, leiðara í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, her.

Lesið avtaluna um universitetssjúkrahús her. Og søguna um samstarvið á setursheimasíðuni her.

Álitið um universitetssjúkrahús er her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 12

    Prógvhandanin 2025 í myndum

  2. Fiskaolja

    Setrið fer at granska uppsjóvarfisk, fiskaolju og kostískoyti saman við vinnuni

  3. Technology Background Cloud Computing AI

    Fá masterprógv í Dátuvísindum upp á tvey ár