University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Anni Djurhuus Og Sunnvør Klettskarð Í Kongsstovu

Anni Djurhuus er lektari og granskingarleiðari á Náttúruvísindadeildini, har Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu somuleiðis er lektari og útbúgvingarleiðari í lívfrøði

09.09.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin

Havgranskarar á Setrinum fingið stóran MARiNAO-stuðul

Faknevndin fyri Havgransking í Norðuratlantshavi, sum kallast MARiNAO, hevur játtað yvir 14 milliónir til fýra nýggjar verkætlanir, harav havgranskarar á Setrinum hava fingið stóran part

Hetta er fjórða játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum, og Anni Djurhuus og Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, sum báðar eru lektarar á Náttúruvísindadeildini, fingu væl.

Undir leiðslu av Anni Djurhuus á Fróðskaparsetrinum hevur granskingarverkætlanin MeDNA fingið næstan 3,6 milliónir krónur. Verkætlanin eitur "Tracking spatial and temporal distribution of marine mammals in the Atlantic Arctic with environmental DNA", og Setrið samstarvar í hesum føri við Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, GEUS, DHI Group og AArhus Universitet.

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er partur av tveimum øðrum granskingarverkætlanum, sum eisini hava fingið fitt av granskingarfígging á MARiNAO.

Onnur kallast "GL Halibut - Genomic Architecture of Sex: exploring the role of environmental clines in the sex determination of Greenland halibut" og verður gjørd undir leiðslu av Daniel Estévez Barcia frá Grønlands Naturinstitut. Her er talan um samstarv millum Grønlands Naturinstitut, DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya og Hafrannsóknastovnun. Stuðulin til hesa verkætlanina er somuleiðis næstan 3,6 milliónir krónur.

Hin granskingarverkætlanin, sum Sunnvør er partur av, hevur eisini fingið 3,6 milliónir krónur. Verkætlanin eitur "REDADVANCE  – Harnessing genomics to improve future sustainable management of redfish on the Ridgegyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity", og verkætlanarleiðari er Einar Eg Nielsen frá DTU Aqua. Hendan verkætlanin verður framd í samstarvi millum DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, Havrannsóknastófnun, Havforskningsinstituttet og Universitetet i Agder.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

 

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum