University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setursskrivstovan Gróthúsið Fjar

(Foto: Brynhild Thomsen)

06.09.2024
Setrið Føroyamálsdeildin

Havnin sum málslig bráðpanna

Nýggj grein hjá Hjalmari P. Petersen, málfrøðingi vísir, at tilflytingin til Havnar hevur havt eina málsliga blandskipan við sær

Greinin Dialektmiks illustreret med udtalen af /əu/ ó i Tórshavn er í hesum døgum prentað í Norsk Lingvistisk Tidskrift (nr. 42, 2024, bls. 153-176). 

Her vísir málfrøðingurin Hjalmar P. Petersen við tilfari frá Ættarbandsskránni, hvussu tilflyting til Havnar hevur skapt eina málsliga bráðpannu við tí úrsliti, at fólk í høvuðsstaðnum bera fram ó sum /ou/ (stórur) og /ø/, stórt. Hetta merkir, at tey hava eina málsliga blandskipan. 

Annað, sum vísir, at málførið í Havn er úrslitið av málførisblandi er, at t í eta verður borið fram sum eda, og endingarsjálvljóðini í Havn stórt sætt eru hini somu sum í Suðuroy. Hetta síðsta ger, at kategoriin ‘tal’ er burtur í førum sum tann stóre bilurin: teir stóre bilarnir, og eg dømde: vit dømde. Slík einfaldan er typisk fyri blandað málføri.  

Pokurnar hava helst ávirkað

Í 1709 kravdu herviligu pokurnar nógv mannalív í Føroyum, og fólkatalið í Havn rapaði úr 333 niður í 83. Stutt eftir hetta vórðu eini 100 fólk í Suðuroy flutt norðurum, tí hungursneyð valdaði har suðuri. Partur av teimum hava helst sett búgv í Havn, har so mong hús vóru manntóm eftir pokurnar. Eivind Weihe, sáli, helt, at hetta er grundin til, at úttalan av endingarsjálvljóðunum  -i og -u, sum nevnt omanfyri, er so lík í Suðuroy og í Havn.

Í grein síni brúkar Hjalmar P. Petersen Vágar sum kontrolløki, og har hevur ikki verið so umfatandi tilflyting. Tilflytarar eru fyri tað mesta komnir úr Norðurstreymoy og Eysturoy, og tey økini hoyra til sama dialektøki. Og í Vágum hevur málførið verið rættiliga støðugt frá síðst í 1700-talinum og fram til nú.

Nógv annað áhugavert er í greinini, sum er gjørd í samstarvi millum Føroyamálsdeildina og FarGen.

Lesið greinina her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving