University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bjørn Kunoy SSD.jpg

Bjørn Kunoy, professari, er ein av fyriskiparunum og røðarunum á havrættarráðstevnuni í Keypmannahavn

09.03.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Havrættarráðstevna í Keypmannahavn

Fríggjadagin 10. mars skipar Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet fyri havrættarráðstevnu á juridiska fakultetinum í Keypmannahavn

Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST varð gjørdur, skipa Fróðskaparsetur Føroya og KU fyri havrættarráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin á juridiska fakultetinum í Njalsgade 76.

Á skránni eru røðarar, sum koma frá universitetum í Europa og USA.

Fyriskipararnir, sum eru Yoshifumi Tanaka, professsari í havrætti á KU, og Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, fara at ritstjórna eina serútgávu í altjóða tíðarriti við greinum hjá øllum røðarunum. Hetta tíðarritið kemur út í 2024.

Bjørn Kunoy fer at sita í paneli saman við Yoshifumi Tanaka og Antonios Tzanakopoulos, sum er professari í altjóða lóg á University of Oxford.

Slíkar ráðstevnur kosta nógv at fyriskipa, og Fróðskaparsetur Føroya takkar fyri stuðulin, sum Reiðarafelagið hevur latið til fyrireikingarnar av hesi ráðstevnuni.

Skráin fyri ráðstevnuna kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Almenn samkoma fyri Jóan Paula Joensen

    Jóan Pauli Joensen 80 ár

  2. Heini Í Skorini Fróðskaparsetur Føroya

    65 granskarar á arktiskari verkstovu á Setrinum

  3. Náttúrumynd V Hvalba Brynhild Thomsen

    Almennur fyrilestur: Burðardygd í ferðavinnuni