Bjørn Kunoy, professari, er ein av fyriskiparunum og røðarunum á havrættarráðstevnuni í Keypmannahavn
09.03.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Havrættarráðstevna í Keypmannahavn

Fríggjadagin 10. mars skipar Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet fyri havrættarráðstevnu á juridiska fakultetinum í Keypmannahavn

Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST varð gjørdur, skipa Fróðskaparsetur Føroya og KU fyri havrættarráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin á juridiska fakultetinum í Njalsgade 76.

Á skránni eru røðarar, sum koma frá universitetum í Europa og USA.

Fyriskipararnir, sum eru Yoshifumi Tanaka, professsari í havrætti á KU, og Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, fara at ritstjórna eina serútgávu í altjóða tíðarriti við greinum hjá øllum røðarunum. Hetta tíðarritið kemur út í 2024.

Bjørn Kunoy fer at sita í paneli saman við Yoshifumi Tanaka og Antonios Tzanakopoulos, sum er professari í altjóða lóg á University of Oxford.

Slíkar ráðstevnur kosta nógv at fyriskipa, og Fróðskaparsetur Føroya takkar fyri stuðulin, sum Reiðarafelagið hevur latið til fyrireikingarnar av hesi ráðstevnuni.

Skráin fyri ráðstevnuna kann lesast her.