02.04.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Heilakyknur hjá grindahvali

Ein verkæltan er farin av bakkastokki, har sambandið millum kyksilvur í heilanum og heilakyknur verður kannað.


Vísindafólk hava leingi havt áhuga í heilanum hjá hvali, serliga tí heilin er hin størsti í djóraríkinum.

Heilin hjá hvali víkir frá øðrum súgdjórum á nógvum økjum. M.a. er hvalaheilin ógvuliga gyrofiseraður, ið merkir, at hann hevur nógvar og tættar faldingar. Hetta ger, at heilin tilsamans hevur eina nógv størri flatu, enn um heilin var slættur, eins og hjá rottu td.

Hvalur hevur tillagað seg eitt lív í sjónum og sæst hetta eisini aftur á heilanum. Td. hevur andingaropið flutt seg omaná skallan, fyri at hvalurin kann anda við sjógvyvirflatuna. Hetta hevur ført við sær, at skapið á heilanum er øðrvísi og er deilingin av heilanervum tí eisini øðrvísi, í mun til hjá øðrum súgdjórum. Eisini eru funktiónsøkini, ið m.a. stýra hoyrnini og sjónini lokaliserað onnur støð í heilanum.

Ovasta lagi á heilanum verður kalla cortex ella gráur substansur, orsakað av tí gráa litinum. Tað er í cortex at heilakyknurnar, ið stýra prosessunum í heilanum og okkara atburið, eru. Tað verður sagt, at tað er talið av heilakyknum, sum er avgerðandi fyri menningina av intelligensi. Tí er heilin hjá hvali eisini áhugaverdur at kanna, nevniliga tí hann er hin størsti í djóraríkinum, tó ikki í lutfalli til kropsstødd.

Endamálið við verkætlanini, er at finna útav hvussu nógvar heilakyknur grindahvalur hevur. Hetta verður gjørt við eini mannagongd, kallað stereologi. Eisini verður kannað hvussu nógvar heilakyknur eru í ávísum funktiónsøkjum í heilanum, her í millum økið, ið stýra hoyrnini. Hetta, tí hvalurin brúkar hoyrn sína til ymiskt, eitt nú at lokalisera seg og at finna føði.

Sum flest øllum kunnugt, inniheldur grindahvalur nógv kyksilvur. Kyksilvur upphópast m.a. í heilanum. Tí verða heilarnir eisini kannaðir fyri kyksilvur. Kyksilvur er tað man kallar fyri eitt neurotoxin, tvs. at um konsentratiónin gerst høg, kann kyksilvuri drepa heilakyknurnar. Her verður kannað um tað er samband millum konsentratiónina av kyksilvuri í heilanum og talið av heilakyknum.

Kanningararbeiðið verður gjørt á "Forskningslaboratoriet for stereologi og neurovidenskab" á Bispebjerg Sjúkrahúsinum. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Náttúruvísindadeildina og Umhvørvisstovuna. Verkætlanin verður væntandi liðug í januar 2013.