Tórur Sjúrðarson er ph.d.-lesandi á Setrinum
Brynhild Thomsen
24.10.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Heilivágur fyri høgt blóðtrýst tykist minka um gagnið av venjing

- Okkara kanning vísir, at ACE-tálmandi heilivágur, sum er millum teir mest nýttu í heiminum, tykist tarna gagni av harðari kropsligari venjing. Tað sigur Tórur Sjúrðarson, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum kannar árinini av ACE-heilivági í ph.d.-verkætlan síni

Ein kveiki (enzym) í kroppinum eitur Angiotensin-converting enzyme, stytt ACE. ACE-tálmandi heilivágur verður ofta givin fólki við ov høgum blóðtrýsti og øðrum hjartaæðrasjúkum. ACE-tálmarar minka um blóðtrýstið og tískil um vandan fyri hjartaæðratilburði.

Jaligu árinini av flestøllum heilivági eru væl lýst, og ávirkanin, ið heilivágur hevur á fysiologiskar mekanismur, eru somuleiðis væl kannaðar og lýstar. Tó hevur heilivágur mangan onnur fysiologisk árin aftrat høvuðsárininum, og tað hevur stóran týdning at eyðmerkja tey, serliga tá talan er um heilivág, sum verður brúktur til at viðgera mest vanligu lívsháttarsjúkurnar.

Kanningar hava víst, at frábrigdi av íleguni, sum kotar fyri ACE, ávirka, hvussu virkin ACE-kveikin er. Og at hesin munurin í ACE-virkninum eisini kann ávirka, hvørja nyttu fólk fáa burtur úr kropsligari venjing. Tí er hugsandi, at ACE-tálmandi heilivágur, ið minkar um ACE-virknið, kann ávirka venjingarúrtøkuna hjá fólki. Venjingarúrtøka hevur stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki, og tí eru góðar grundir til at kanna, um venjingarúrtøkan kann manipulerast við kendum heilivági.

Júst hetta var endamálið við ACE-verkætlanini, sum er ph.d.-verkætlan, ið Tórur Sjúrðarson fór undir í 2019. 

Magni Mohr og Nikolai B. Nordsborg, professarar, eru vegleiðarar fyri ávikavist Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet.

Nú eru úrslitini kunngjørd í viðurkendu fysiologisku tíðarritunum, Physiological Reports og European Journal of Applied Physiology.

Kanningarhátturin
24 menn og 24 kvinnur millum 20 og 50 ár, sum ikki hava staðfesta sjúku av týdningi fyri hesar kanningarnar, skuldu fylgja eini harðari venjingarætlan á ergometur-rógvimaskinum í átta vikur.

Ymsar fysiologiskar kanningar vórðu gjørdar av luttakarunum fyri og eftir venjingartíðarskeiðið, m.a. blóðroyndir, hjartakanningar, kropssamanseting, blóðmongd, vøddabiopsiir og ymsar kanningar av kropsligum treysti. Eisini varð fylgt við blóðtrýstinum alt tíðarskeiðið.

Helvtin av luttakarunum fekk ACE-tálmandi heilivág, og hin helvtin fekk lumpitablettir (placebo).

Kanningarnar vóru dupult-blindaðar, tvs. at luttakararnir sjálvir og tey, sum stóðu fyri kanningunum, hvørki kendu íleguvariantin hjá einstaka luttakaranum ella vistu, um viðkomandi fekk ACE-tálmandi heilivág ella lumpitablettir.

Úrslitini
Kanningarnar vístu, at háorku-intervalvenjing í átta vikur økti munandi um konditiónina (maksimalu iltupptøkuferðina), vøddaúthaldnið og heilsumarkørar í bæði arm- og beinvøddunum uttan mun til, um luttakarnir fingu ACE-tálmandi heilivág ella lumpitablettir.

Tó darvaði heilivágurin aðra týdningarmikla og heilsugóða ávirkan av kropsligu venjingini. Heilivágurin minkaði um mongdina av reyðum blóðkyknum og mótvirkaði jaligu effektina av venjingini á vøddamassa og ávísar tillagingar í hjartanum.

- Okkara kanning vísir, at ACE-tálmandi heilivágurin, sum er millum teir mest nýttu í heiminum, tykist darva nøkur av jaligu árinunum av harðari kropsligari venjing. Vit síggja ábendingar um hetta, bæði tá talan er um talið á reyðum blóðkyknum, vøddamassanum og á tættum í hjartanum. Hetta merkir, at vit eiga at fara undir neyvari kanningar av, hvussu samspælið er millum kropsliga venjing og heilivág,” sigur Tórur Sjúrðarson, ph.d.-lesandi um ACE-verkætlanina.

Magni Mohr, professari, tekur undir við Tóra.

- Vit síggja í hesari kanningini hjá okkum og í kanningum aðrastaðni, at nøkur sløg av heilivági tykjast forða fyri nøkrum av teimum góðu árinunum av venjing, men vit vita ikki nóg mikið um hetta enn. Okkara ætlan er at halda fram við at kanna ávirkanina av ACE-tálmarum og kropsliga venjingarresponsið, og eisini hava vit eina aðra verkætlan á tekniborðinum um statinir (heilivágur fyri ov høgt kolesterol í blóðinum) og venjing, og hana ætla vit at fara undir í næstum, sigur hann.

Talan er um krevjandi gransking, og tí hevur tað stóran týdning, at Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet í hesi verkætlanini hava kunnað samstarvað við Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.

Greinahøvundar til fyrru greinina eru: Tórur Sjúrðarson, Jacob Bejder, Andreas Breenfeldt Andersen, Thomas Bonne, Kasper Kyhl, Tóra Róin, Poula Patursson, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, May-Britt Skoradal, Michael Schliemann, Malte Lindegaard, Pál Weihe, Magni Mohr, Nikolai B. Nordsborg.

Lesið greinina her

Greinahøvundar til seinnu greinina eru: Tórur Sjúrðarson, Jacob Bejder, Andreas Breenfeldt Andersen, Thomas Bonne, Kasper Kyhl, Martin Thomassen, Júlia Prats, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, May-Britt Skoradal, Pál Weihe, Nikolai B. Nordsborg, Magni Mohr.

Lesið greinina her. 

Tað eru Granskingarráðið og Novo Nordisk-grunnurin, sum hava fíggjað verkætlanina.