Heilsuligir vansar og fyrimunir av at eta hval og kóp
Verkstova verður í Keypmannahavn um heilsuligar fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norður-Atlantshavinum. Náttúruvísindadeildin skipar fyri og luttakararnir eru dálkingar- og føðsluserfrøðingar í Norðurlondum og Canada.
Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um heilsuligu vandarnar av at eta hval og kóp í Norður-Atlantshavinum, meðan onnur hava mutað ímóti og víst á heilsuligu fyrimunirnar av at eta mat úr sjónum.
Saman við ráðgevandi arbeiðsbólkinum AG-fisk undir Norðurlandaráðnum, er Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum stigtakari til verkstovuna um hesi viðurskifti. Tað er Hóraldur Joensen, lektari í evnafrøði á Náttúruvísindadeildini, sum skipar fyri og hevur ábyrgd av verkstovuni, sum verður í Keypmannahavn tann 14. januar.
Í júst farna ári, 2010, hevði Føroyar/Grønland/Danmark formannskapin í Norðurlandaráðnum og harvið eisini AG-fisk. AG-fisk hevur ein grunn (8-10 milliónir Dkr) til at stuðla felags marinum verkætlanum í Norðurlondum. Av tí at Fróðskaparsetur Føroya hevur ein ráðslim í AG-fisk, so hevur universitet landsins fingið tað álit at fyriskipa og gjøgnumføra nevndu verkstovu.
Endamálið við verkstovuni er:
- At finna fram til dagsins kunnleika um javnvágina millum teir heilsuligu góðu og vánaligu eginleikarnar í mat-úrdráttum av havsúgdjórum í Norðurhøvum.
- At meta um verandi kunnleika um heilsuligar vansar og fyrimunir við at nýta hættir, ið eru mentir og nýttir av FAO/WHO Expert Consultation viðvíkjandi føði úr sjónum.
- At ráðgeva stjórnum, stýrandi stovnum og borgarum Norðurlanda um vansar og fyrimunir við at eta tvøst og spik av havsúgdjórum.
- At avgera hvat slag av kanningum framvegis er neyðugar fyri at meta um jaligu og neiligu heilsuárinini.
Verkstovan er fíggjað av Norðurlandaráðnum umvegis arbeiðsbólkin AG-fisk.