University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heimasíða um Atlantsoyggjar
18.01.2012
Námsvísindadeildin

Heimasíða um Atlantsoyggjar

Lesandi á Læraraskúlanum kanna djóra- og plantulív í Føroyum og á Madeira. Úrslitini verða kunngjørd á nýggjari heimasíðu.


Oyggjar bregða frá meginlondum uppá fleiri mátar. Eitt er at veðrið er øðrvísi, við kaldari sumrum og fjálgari vetrum enn inni á meginlandinum. Annað er, at oyggjar ofta eru rættiliga fjarskotnar. Báðir hesir tættir gera, at bæði djóra- og plantulívið er øðrvísi enn inni á meginlandinum, hóast bæði liggja á sama breiddarstigi.

Hetta eru fyribrigdi, sum lesandi á Læraraskúlanum hava sett sær fyri at kanna, meðan tey lesa lívfrøði á linju. Hetta verður gjørt bæði ástøðiliga og í verki, og tey hava sett sær fyri at samanbera Føroyar við Madeira. Talan er um tveir sera ymiskar oyggjabólkar, sum tó hava nógv felags eyðkenni. Partur av hesi verkætlanini var ein vitjan á Madeira. Úrslitini av hesi verkætlan verða almannakunngjørd á eini heimasíðu sum er gjørd til endamálið. 

Higartil er nakað av tilfari komið, og heimasíðan verður javnan dagførd. Hygg á http://atlantsoyggjar.stovu.net

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast