Anna Katrin Matras
05.09.2018
Setrið
Skriva út

Heimasíðan fær nýggjan ham

Heimasíðan verður óvirkin í morgin fyrrapart

Frá hósdegnum 6. september 2018 verður heimasíðan hjá Fróðskaparsetri Føroya - SETUR.FO - at síggja í nýggjum hami.

Í hesum sambandi verður boðað frá, at nakrar tímar meðan skiftið fer fram, verður síðan óvirkin. Serliga fer hetta at merkjast fyrrapartin hósdagin 6. september. Vit biðja tykkum um at halda okkum til góðar, men tit kunnu gleða tykkum til at síggja nýggja sniðið.