University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heini Gaard PHDlesandi Betaskjølini.jpg
Brynhild Thomsen
18.12.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Heini fer at granska BETA-skjøl og fiskivinnusøgu í nýggjari tíð

Fróðskaparsetrið hevur sett Heina Gaard í phd-granskingarstarv á Søgu- og samfelagsdeildini

- Fiskivinna fyllir nógv í almenna orðaskiftinum í Føroyum. Og mín vón er, at hendan granskingarverkætlanin kann geva fólki og politisku skipanini eitt betri vitanargrundarlag um fiskivinnuna og tær broytingar, sum vinnan og samfelagið hava verið fyri í tíðini eftir seinna heimskríggj, sigur Heini Gaard, sum næstu trý árini fer at arbeiða við ph.d.-ritgerð um føroyska fiskivinnusøgu eftir seinna heimskríggj.

Ein týðandi partur av verkætlanini er at kanna og lýsa virksemið hjá reiðarínum Beta. Eitt skjalasavn, sum er latið Runavíkar kommunu, gevur sjáldsaman møguleika at fáa neyvt innlit í virksemið hjá einum stórum føroyskum reiðaríi og teimum átta sonevndu Kuba-trolarunum.

Heini Gaard er cand. mag. í søgu, filmi og fjølmiðlafrøði. Hann hevur lisið á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og skrivaði ritgerð um sonevnda Red Crusader-málið.  Síðani aldarskiftið hevur hann arbeitt við journalistikki burturav. Fyrst á Dimmalætting og síðani í Kringvarpinum. Harumframt hevur hann undirvíst á miðnámi í Kambsdali.

Verkætlanin er fíggjað av løgtinginum, og orðað og lýst av Søgu- og samfelagsdeildini í samráði við Mentamálaráðið. Tríggir umsøkjarar vóru til granskingarstarvið.

Heini Gaard fer undir sítt arbeiði 1. januar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun