University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heini í Skorini saman við heimsins fremstu granskarum
13.11.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Heini í Skorini saman við heimsins fremstu granskarum

Mitt í august luttóku nakrir av heimsins fremstu granskarum í altjóða mannarættindum á einum seminari í Keypmannahavn, sum Dansk Institut for Menneskerettigheder skipaði fyri.


Seminarið snúði seg um altjóða politikk og mannarættindi við serligum atliti til muslimska heimin og vesturheimin.

Heini í Skorini, sum er innskrivaður ph.d.-lesandi á King´s College London, og sum eisini er tongdur at Fróðskaparsetri Føroya, var millum innbodnu gestirnar á seminarinum. Heini skrivar um religiónskritikk og talufrælsi í einum altjóða samanhangi og hyggur serliga at førda politikkinum hesum viðvíkjandi í tí sonevnda Mannarættindaráðnum í ST, har alskyns lond stríðast um, hvørjar altjóða reglur skulu vera galdandi viðvíkjandi religión og talufrælsi.

Flestu granskararnir á seminarinum eru frá amerikanskum og evropeiskum universitetum, og saman orðaðu tey eitt “manifest” ella eitt tilmæli til felagsskapin fyri heimsins muslimsku lond, OIC (Organization of the Islamic Cooperation), sum telur 57 limalond og er heimsins størsti felagsskapur eftir ST. Tilmælini eru prentað í t.d. stóru turkisku avísini Today´s Zaman, sí leinki her

Hetta nýggja netverkið av altjóða granskarum samstarvar nú um aðrar verkætlanir, eitt nú eina ráðstevnu í Istanbul á sumri í 2014.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025