FMD/Malan Marnersdóttir
01.06.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Heini Olsen (1969 - 2010)

Heini Olsen úr Klaksvík leyk samansett MA-prógv í føroyskum og donskum á Føroyamálsdeildini í mai í fjør.


 

Hann hevði lisið føroyskt á Føroyamálsdeildini og danskt á Københavns Universitet.

Eftir lokið prógv var hann lærari á Studentaskúlanum á Kambsdali.
 
Heini var sera dámligur og nærlagdur studentur. Tað var ein frøi at leiðbeina honum, bæði tá ið hann skrivaði BA-ritgerð um stuttsøgur hjá Hanusi Andreassen og høvuðsritgerð um Glansbílætasamlararnar eftir Jóanes Nielsen.

Hann var so hugtikin av søgupersónsfrøðini, sum hann fekst við í høvuðsritgerðini, at hann ætlaði at halda fram og lesa framíhjá. Tað fekk hann ikki høvi til.

Vit á Føroyamálsdeildini minnast Heina við takksemi.